- Bíligari toskur kann økja um marknaðarpartin í Evropa
Tað skrivar Vinnuhúsið í dag, sum vísir til Intrafish sum keldu.
- Toskakvotan í Barentshavinum økist við 33% í 2013, og toskaprísirnir kunnu tí væntast at falla. Um prísurin á toski minkar, fer tað sambært evropeiskum innkeyparum at viðføra, at evropeiski brúkarin fer at velja tosk fram um onnur bíligari fiskasløg, so sum pangasius.
- Einstakir keyparar meta, at toskur kann verða valdur fram um laks og hýsu. Hóast eftirspurningurin eftir laksi er stórur, kann minkandi útboð av laksi upp á stutt sikt føra til, at toskur verður valdur í staðin.
Vinnuhúsið skrivar, at hýsukvotan minkar munandi í mun til árið fyri, og tí kann toskurin sannlíkt fylla ein part av minkandi útboðnum av hýsu.