Íslendska makrelkvotan minkar

Íslendski vinnumálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, hevur gjørt av, at íslendska makrelkvotan í ár verður 15 prosent minni enn í fjør. Skerjingin er gjørd sambært tilmæli frá altjóða havrannsóknarráðnum ICES, og hon ber í sær, at tann íslendska makrelkvotan í ár er 123.182 tons.

Men ES-kommiserurin í fiskivinnumálum, Maria Daminaki, er ikki nøgd, hóast íslendingar hava gjørt av at skarva av kvotuni. Í einari yvirlýsing, sum varð send út í gjárkvøldið, sigur kommiserurin, at tann íslendska kvotan er framvegis alt ov stór.

Í fjør var tilmælið hjá ICES, at tað var ráðiligt at fiska 639.000 tons av makreli, men veiðan kom upp í 920.000 tons. ICES hevur so mælt til at skarva 15 prosent av heildarkvotuni í ár, so hon verður 542.000 tons.