Kina kannar sær stór sjóøki

Fýra kinesisk herskip komu í morgun til Senkaku-oyggjarnar, sum Kina og Japan stríðast um. Eygleiðarar, sum fylgja við stríðnum, siga, at stríðið harðnar, og at Kina hevur havt minst eitt herskip við oyggjarnar hvønn dag tann seinasta mánaðin. Orsøkin er sambært eygleiðarunum, at Kina er sera misnøgt við ein nýggjan trygdar- og verjusáttmála millum Japan og USA.

Í sáttmálanum stendur, at hóast USA ikki tekur støðu til stríðið um Senkaku-oyggjarnar, viðurkennir landið, at Japan hevur ræðið á oyggjunum.

Kina krevur nú at fáa valdið á næstan øllum Suðurkinesiska Havinum og virðir ikki mark, sum Filipsoyggjarnar, Suðurkorea og Vietnam hava sett út frá ymsum smáoyggjum. Í gjár bað kinesiska stjórnin Vietnam gevast við oljuvinnuni í Tonkinflógva og halda uppat við at reka kinesisk skip burtur haðani.