Flogfelag fríkent fyri vanlukku

Amerikanska flogfelagið Continental Airlines varð í dag fríkent fyri at hava skyldina av, at eldur kom í eitt Concorde-flogfar, beint eftir at tað var farið á flog av Charles de Gaulle-flogvøllinum uttan fyri París tann 25. juli í 2000.

Vanlukkan kravdi 113 mannalív.

Fyri tveimum árum síðani dømdi ein franskur dómstólur Continental Airlines at gjalda tvær milliónir evrur í bót og endurgjaldi í sambandi við vanlukkuna. Rætturin segði, at eitt flogfar hjá felagnum hevði mist eitt metalpetti niður á flogbreytina, og at hetta pettið bleiv slongt upp undir ein av brennievnitangunum á Concorde-flogfarinum, tá tað fór uppfrá, við tí úrsliti, at eldur kom í tað.

Continental Airlines vildi ikki góðtaka dómin, og nú hevur ein annar dómstólur fríkent felagið.