Strandferðslan skrivar, at umframt at virka sum eitt vanligt rutukort, inniheldur faldarin eisini ítøkilig uppskot til dagstúrar kring Føroyar. Allir túrarnir taka útgangsstøði í Farstøðini í Tórshavn, sum er høvuðsknútapunktið hjá Strandferðsluni, og fevna teir um ferðamál í øllum landinum.
Við ferðafólkakortinum ynskir Strandferðslan bæði at eggja fleiri fólkum at nýta almennu ferðsluna og samstundis at minka um trýstið frá vaksandi bilaferðslu á smærri ferðamálunum kring landið. Kortið kann eisini geva virðismikla vitan um áhugan fyri ymsum leiðum og ferðamálum, í samband við komandi útboðið av bygdaleiðum.
Ferðafólk eru ein týðandi partur av okkara kundagrundarlagi stóran part av árinum, og við hesum tiltaki ynskir Strandferðslan at styrkja um sín leiklut sum ein sjónligur og virkin samstarvsfelagi í føroysku ferðavinnuni.
Ferðafólkakortið fæst á Farstøðini í Tórshavn og á høvuðsskrivstovu okkara á Tvøroyri.











