Afrikanski fílurin hóttur

Støðugt fleiri filar verða veiddir ólógliga, og avleiðingin er, at fílurin er í vanda fyri at doyggja út í fleiri londum í Afrika.

Fyri 25 árum síðani kom bann ímóti handli við fílabeini, men tann góði prísurin á fílabeininum hevur gjørt, at tann ólógligi handilin er trífaldaður tey seinastu fimm árini. Tað kom fram á einari ráðstevnu, sum er í Bangkok í hesum døgum.

Tað er serliga fílurin í Mið- og Vestuafrika, sum er hóttur, men teir ólógligu veiðimenninir eru eisini farnir at gera um seg har eysturi og har suðuri í Afrika.

Djóraverndarfelagsskapir siga, at umleið 25.000 afrikanskir fílar hvurvu í 2011, og at talið var helst uppaftur størri í fjør. Hildið verður, at tað eru millum 420.000 og 650.000 afrikanskir fílar eftir.