Runavíkar kommuna samtykt fíggjarætlanina

Barnafrádrátturin verður 10.500 krónur, Spjaldrið er ásett til 3.000 krónur og skattaprosentið verður hitt sama sum í 2025, tað er 21,5 prosent

Runavíkar kommuna skrivar, at tað var á fundi í býráðssalinum á Glyvrum seinrapartin í gjár, at býráðið samtykti býráðið – við fyrstu viðgerð – fíggjarætlanina fyri árið 2026. Sitandi býráð arvaði fíggjarætlanina fyri verandi ár frá undanfólkunum, harvið er hetta fyrsta veruliga fíggjarætlanin, sum sitandi býráð hevur skrúvað saman.

 

Tilgongdin hevur sum vanligt verið drúgv fram haðartil, at úrslitið nú varð samtykt, hóast tað bíðar eftir einari aðru viðgerð í november mánaði. Síðan í summar hava fyrisiting og politiskar nevndir virkað við málinum, umframt at evnisdagar hava verið hildnir. Á endaligum evnisdegi í Klaksvík – á garði Nólsoyar Páls á Biskupstøð – sat býráðið fyri lítlari viku síðan, í ein hálvan sólarring, og telvaði, áðrenn knúturin varð knýttur um FÆ2026 í fullari semju.

 

Ásetingarnar um barnafrádrátt, frítíðarkort og skattaprosent vera á sama støði sum í 2025. Verandi rakstur hækkar við 4%´um, umframt nýggja kostnaðin av at reka svimjihøllina. Tað er ongin loyna, at stórar íløgur eru gjørdar í kommununi hesi seinastu árini, - eitt nú Fjøruvegurin, útstykkingar, nýggj bryggja á Glyvrum, orkubryggja í Søldarfirði, nýgerð á ítróttarøkjunum, nýtt ráðhús, ungdómshús og ikki minst svimjihøllin, sum er farin við væl av fíggjarligari orku. Tey, sum atkvøddu fyri svimjihøllini, sum verður ein partur av Bylgjuni, vóru væl vitandi um, at hendan íløgan fór at tyngja um skuldina hjá kommununi, og at skuldin fór at kjálka upp ímóti skuldarloftinum, táið verkætlanin var liðug. Kommunan ber allan kostnaðin av høllini, ongin almennur stuðul er inni í hesi verkætlan, og hóast vit í fleiri syftum hava roynt at fingið meirvirðisgjaldið afturborið frá landinum, hevur hetta ikki borið til. Tað hevur verið sum at seta undir klett. Harvið hevur landskassin ein vinning á umleið 10 milliónir krónur av svimjihøllini. Væntandi verður høllin latin upp fyri almennari svimjing fyri jól, og alt bendir á, at avtalaði kostnaðurin heldur, og støðan viðvíkjandi skuldini hjá Runavíkar kommunu er nú hendan:

 

Skuldin er nú á leið 86 prosent í mun til skuldarloftið. Eftir eina lutfalsliga stóra íløgu, ræður tað um at fáa luft inn í skipanina aftur, áðrenn farið verður undir stórar íløgur av nýggjum – og fyrstar í røðini eru nú nýbygging á skúla- og dagstovnaøkinum og framhald av Fjøruvegnum - umframt aðrar smærri íløgur, sum eru neyðugar fyri at halda samfelagshjólunum rullandi.

 

Semja er í býráðnum um, at vit minka um seglføringina í 2026 og kanska í 2027 við, soleiðis, at kommunan aftur kann vera brynjað til eina skilagóða framtíð. Í FÆ2026 er ongin lántøka og ætlanin er at minka um skuldina við 26 milliónum krónum.

 

Inntøkurnar eru realistiskt/konservativt ásettar, eisini í mun til hvussu gongdin hevur verið higartil í 2025.

 

Bæði persónsskatturin – bulurin í kommunala búskapinum – og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár, hóast kommunan brúkar væl meiri enn almennu afturberingina til eldraøkið, fyri at Roðin kann halda sera høga støðinum, sum eldraøki okkara er kent fyri. Metingin um felagsskattin fyri 2026 er sera varin, soleiðis sum gongdin, serliga í alivinnuni, hevur verið higartil í 2025.