Fýra dripin í skúlaskjóting í Turkalandi

Í tveir dagar hevur Turkaland upplivað tvær skúlaskjótingar. - Vit vita ikki, hvat motivið aftanfyri brotsgerðirnar er, skrivar turkiski løgmálaráðharrin á X, fyrrverandi Twitter

Í minsta lag fýra fólk eru dripin í aðru skúlaskjóting, sum hevur verið í Turkalandi í tveir dagar.

 

Hetta vita turkiskir miðlar at siga, og tað er eitt nú sjónvarpsrásin, NTV, sum ber hesi tíðindi.

 

Sjónvarpsrásin hevur skift orð við guvernørin í Kahramanmaraş-regiónini, Mükerrem Ünlüer, um hendingarnar.

 

Hann sigur, at ein av teimum dripnu í skúlaskjótingini er ein lærari, og hin trý eru næmingar.

 

Guvernørurin sigur, at í minsta lagi 20 onnur eru særd í álopinum, harav støðan hjá fýra er álvarslig.

 

Skúlaskjótingin fór fram á einum ungdómsskúla har suðuri í landinum, veit tíðindastovan, Anadolu, at siga.

 

- Ein næmingur kom á skúlan við einum ryggsekki, og helst vóru tað vápn hjá pápa hansara, sum hann hevði í ryggsekkinum.

 

Guvernørurin sigur, at næmingurin fór inn í tvey flokshøli og byjaði at skjóta tilvildarliga.

 

- Hann særdi og drap tilvildarlig fólk, sigur guvernørurin sambært AFP-tíðindastovuni.

 

Sambært løgregluni í Turkalandi, sum hevur verið partur av málinum, skeyt næmingurin seg at enda sjálvur.

 

Sagt verður, at skúlaskjótingin í dag fór fram umleið 150 kilometrar frá einum øðrum skúla í Turkalandi, har skúlaskjóting eisini var í gjár.

 

- Vit vita ikki, hvat motivið aftanfyri brotsgerðina er, men hendingarnar verða kannaðar, skrivar turkiski løgmálaráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Skúlaskjótingin í dag er ikki hin einasta, sum hevur skakað Turkaland seinastu tveir dagarnar, har skúlaskjótng annars ikki hevur verið vanlig.