Danski arbeiðsmálaráðharrin, Mette Frederiksen (myndin), sigur tað vera gott, at støðugt fleiri arbeiðsleysir danir leita sær arbeiði í Noregi, og sambært ráðharranum er breið politisk semja um, at arbeiðsávísingin eigur at gera meiri fyri at finna arbeiðsmøguleikar í grannalondunum. Margrethe Vestager, búskaparmálaráðharri, er samd við henni.
-Hetta er ein heilt náttúrligur partur av einum nútímans arbeiðsmarknaði. Fólk kunnu fara hagar, sum arbeiði er, sama um tey eru danir, norðmenn, sviar ella týskarar, sigur Margrethe Vestager við Politiken, sum veit at siga, at fleiri danskar kommunur royna at útvega sínum arbeiðsleysu arbeiði í Noregi.
4.230 danir búgva í Danmark og arbeiða í Noregi. Talið er vaksið 42 prosent eftir tveimum árum. Harafturat koma tey, sum hava búsett seg í Noregi.