Siumut og IA samráðast

Í Grønlandi halda samgongusamráðingarnar fram. Í gjár hittust umboð fyri Siumut og Inuit Ataqatigiit, og formaðurin í IA, Kuupik Kleist, var væl nøgdur aftaná.

Spurdur, um møguleikar er fyri einari breiðari samgongu millum teir báðar stóru flokkarnar, svaraði Kuupik Kleist, at tað er altíð orsøk til at vera bjartskygdur.

Forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, var eisini væl nøgd við fundin við IA.

-Eg haldi, at fundurin var góður, og vit hava gjørt av at hittast aftur týsdagin, tí tað er framvegis grundarlag fyri at halda fram við orðaskiftinum, segði hon. Hon legði afturat, at hon hevur lagt dent á at tosa um tey málini, sum partarnir vóru ósamdir um í valstríðnum.

Umframt IA hevði Siumut fund við Atassut og Partii Inuit í gjár.