Keldur í demokratiska flokkinum vátta nú fyri CNN, ABC News og Reuters, at tað verður senatorurin John Kerry, sum skal taka við sum amerikanskur uttanríkisráðharri eftir Hillary Clinton.
Sagt verður, at Barack Obama, forseti, hevur hjørt av at seta John Kerry í starvið, men at forsetin fer ikki at almannakunngera avgerð sína fyrr enn um nakrar dagar.
John Kerry, sum er senatorur umboðandi statin Massachusetts, gjørdist kendur, tá hann stillaði upp á forsetavalinum í 2004, men mátti lúta fyri George W. Bush. Kerry, sum fylti 69 í síðstu viku, varð fyrstu ferð valdur í Senatið í 1984. Hann er formaður í uttanríkisnevndini hjá Senatinum.
Tað er ikki heilt greitt, nær Hillary Clinton fer at gevast í uttanríkisráðnum, men ABC News sigur, at tað ganga nakrar vikur afturat.