Skipið megnaði tó sjálvt at koma frá landi aftur og sigla til Havnar. Tað var um hálvgum fimm tíðina í morgun, at skipið gjøgnum Tórshavnar Radio boðaði MRCC-støðin frá, at tað hevði borið við land. - [...] - Teir boðaðir sjálvir frá, at teir høvdu siglt á land. Men alt sæð út til at vera í ordan. Kannað bleiv, um nakar leki var, men har sást einki, so skipið fekk sjálvt siglt inn á Havnina. Har vóru teir [...] Ametyst ikki tørvaði hjálp, so bleiv Brimil varskógvaður, umframt at Jaspis eisini var í nánd. Óhappið hendir einans tveir mánaðir eftir, at hin partrolarin, Jaspis, sigldi á land á Kalsoynni.
innan eitt ár at ein jøkul sprekkar av Pine Island jøkilnum, einum parti av Suðurpólinum. Síðan 2011 eru fimm ísfjøll brotnaði av Pine Island, parturin sum væntast at brotna av næst sigst at verða umleið [...] skjótast, tað sigst at um allur jøkulin smeltar vaksur havið um allan heimin við einum hálvum meturi. Gransking hevur víst at tað er virki gosfjall undir jøkulinum, og kann hetta hava ávirkan á at jøkulin minkar [...] Eisini er jøkulin í beinleiðis samband við havið, og spælur globala upphitingin eisini ein leiklut í, at jøkulin minkar so skjótt.
verið, varð avgjørt at royna at gera filmin á geyma eisini. Henda útgávan er í avmarkaðari. Útgávan á geyma er bert at fáa við enskum undirteksti. Nýggja útgávan av Svart gull er at fáa í hesum støðum: [...] føroyskum, men eftirspurningurin at fáa filmin við undirteksti hevur verið stórur. Nú kemur so filmurin á fløgu við enskum og donsum undirteksti. Men av tí at ásannast má, at fløguspælarar ikki eru eins vanligir
kunngjørdi í dag, at hon hevur biðið ES um at útsett dagfestingina til 30. juni. Tað eru nú næstan trý ár síðan, at bretar fóru á val og atkvøddu, at teir vildu úr ES. Men tað hevur gingið striltið at samráðast [...] og nú er tað so komið har til, at brexit er útsett tríggjar mánaðir. Í Undirhúsinum í dag staðfesti Theresa May eitt: - Eg eri sum forsætisráðharri ikki til reiðar til at seinka brexit longri enn til 30
Hvalbiarfirði, kann leggja aftrat, at tað er Landsverk, sum hevur givið loyvi til at leggja henda ringin út á fjørðin. Í Hvalbiar kommunu fegnast tey um, at komið er har til, at hesar royndir nú verða gjørdar [...] i. Hann er tómur og er lagdur út sum ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur ber til at hava aling á staðnum. Tað veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga. Tað er Faroe Farming, ið hevur søkt um aliloyvi
Tað ber illa til at mótmæla, at tíðin hjá føroyska alirisanum Bakkafrost á norska keypskálanum hevur verið mest at líkna við eitt ævintýr. Síðani felagið í 2010 varð skrásett á keypskálanum í Oslo er [...] tíðindaskrivi, nú tey eru á sjarmuferð í Føroyum í eini roynd at fáa fleiri føroyskt feløg at skráseta seg á keypskálanum. Harumframt verður víst á, at felagið hetta tíðarskeiðið hevur rindað 1,4 milliardir norskar [...] partaeigararnar Tá tað verður lagt aftrat virðisøkingini í partabrøvum, so vísir norski keypskálin á, at talan er um nýggj virðir fyri 14,5 milliardir krónur.
saman um at vísa EM-dystin ímillum Ísland og Portugal. Við dystarbyrjan vóru áleið 200 fólk, men nú man fara at tátta í teimum 400. Um vandi var fyri at áskoðararnir fingu ilt í afturpartin av at sita so [...] Bjarnason í øllum førum gjørt sítt til, at tey ikki skuldu fáa tað. Øll sum ein fuku upp á tá, tá ið hann fyri løtu síðani javnaði til 1-1. Tað er einki at taka seg aftur í, at flest øll í Vágsbotni halda við
atliti at framleiðslu, gransking og tænastu til alivinnuna. - Eftir framløgur varð farið at hyggja at støðini við Áir. Hugt varð at nøkrum av hallunum, har rogn og yngul eru, vita tey á Fiskaaling at siga [...] umboð fyri greiningarstovnin Moody’s vóru í seinastu viku á vitjan á Fiskaaling. Uppgáva teirra var at kunna seg um støðuna í føroyska búskapinum og gera eina meting - rating - av føroyska búskapinum. Á [...] virkseminum hjá felagnum, og vitjað varð í nøkrum av framleiðsluhølunum. - Partur av vitjanini var eisini at síggja føroyskar vinnufyritøkur og stovnar, og tí vitjaðu umboðini fyri Moody’s Fiskaaling saman við
fyri at kanna hvussu skjótt føroyingar koyra. Mikudagin upplýsti løgreglan, at teir høvdu tikið nítjan bilførarar, ið koyrdu ov skjótt fyrr í vikuni. Les eisini: Nítjan bilførarar tiknir fyri at koyra [...] Ein bilførari hevur alla orsøk at iðra seg í morgun, eftir at hann í nátt skundaði sær í so nógv, tá løgreglan var úti og mátaði ferðina hjá bilførarum í Eysturoynni. Hann varð nevniliga steðgaður av [...] løgregluni, tí tólini hjá teimum vístu, at viðkomandi koyri 127 km/t. Tá er talan um so nógva ferð, at koyrikortið varð tikið á staðnum. Ein sokallað treytaleys frádøming av koyrikortinum. Harumframt tók
Hóast tað einans eru sekstan ár síðani, at liðugt var at umvæla og útbyggja løgtingið, so er gongd nú sett á arbeiðið at klæða gomlu løgtingshúsini av nýggjum. Húsini broyta tó hvørki lit, men varðveita [...] hvíta litin, ið húsini hava havt síðani 2000. Klædningurin var nevniliga farin so illa, at mett varð, at best var at klæða bygningin av nýggjum, og bað løgtingsfyrisitingin tískil um tilboð upp á arbeiðið [...] Vinnarin av tilboðnum gjørdist sp/f Bogi Hermansen, ið nú er farin í holt við arbeiðið. Mett verður at arbeiðið kostar 480.000 krónur, og eftir ætlan, so skal tað vera liðugt til ólavsøku, tá løgtingið