Brexit má bíða til í summar

Theresa May, bretskur forsætisráharri, hevur biðið um at útsett brexit til 30. juni

Stórabretland skuldi eftir ætlan úr ES 29. mars, sum er komandi fríggjadag, men hetta verður nú av ongum. Skilnaðurin við ES má allarhelst bíða til í summar, um tað yvirhøvur verður talan um ein skilnað. Theresa May, forsætisráðharri, kunngjørdi í dag, at hon hevur biðið ES um at útsett dagfestingina til 30. juni. 

 

Tað eru nú næstan trý ár síðan, at bretar fóru á val og atkvøddu, at teir vildu úr ES. Men tað hevur gingið striltið at samráðast um skilnaðaravtalur og annað, og nú er tað so komið har til, at brexit er útsett tríggjar mánaðir.

 

Í Undirhúsinum í dag staðfesti Theresa May eitt:

 

- Eg eri sum forsætisráðharri ikki til reiðar til at seinka brexit longri enn til 30. juni.

 

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/Qd5TNX6pk0U" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>