Partrolarin Ametyst bar í nátt við land á Stongini í Nólsoynni. Skipið megnaði tó sjálvt at koma frá landi aftur og sigla til Havnar.
Tað var um hálvgum fimm tíðina í morgun, at skipið gjøgnum Tórshavnar Radio boðaði MRCC-støðin frá, at tað hevði borið við land.
- Teir boðaðir sjálvir frá, at teir høvdu siglt á land. Men alt sæð út til at vera í ordan. Kannað bleiv, um nakar leki var, men har sást einki, so skipið fekk sjálvt siglt inn á Havnina. Har vóru teir um seks tíðina í morgun, sigur vakthavandi.
Hóast Ametyst ikki tørvaði hjálp, so bleiv Brimil varskógvaður, umframt at Jaspis eisini var í nánd.
Óhappið hendir einans tveir mánaðir eftir, at hin partrolarin, Jaspis, sigldi á land á Kalsoynni.










