Í desember mánað 2015 kom filmurin Svart gull, sum greiðir frá kolasøguni í Føroyum.
Filmurin er á føroyskum, men eftirspurningurin at fáa filmin við undirteksti hevur verið stórur.
Nú kemur so filmurin á fløgu við enskum og donsum undirteksti.
Men av tí at ásannast má, at fløguspælarar ikki eru eins vanligir, og teir hava verið, varð avgjørt at royna at gera filmin á geyma eisini. Henda útgávan er í avmarkaðari.
Útgávan á geyma er bert at fáa við enskum undirteksti.
Nýggja útgávan av Svart gull er at fáa í hesum støðum: Bakkhús í Hvalba, Magn í Trongisvági, D. J. Enni á Tvøroyri, Heimavirkinum í Vági, Hjá Zacharias Müller í Porkeri og Visit Tórshavn í Tórshavn, skrivar Stýrisbólkurin handan kolafilmin í tíðindaskrivi.