Klæða nú løgtingið av nýggjum

Hóast tað einans eru sekstan ár síðani, at liðugt var at umvæla og útbyggja løgtingið, so er gongd nú sett á arbeiðið at klæða gomlu løgtingshúsini av nýggjum. Húsini broyta tó hvørki lit, men varðveita hvíta litin, ið húsini hava havt síðani 2000.


Klædningurin var nevniliga farin so illa, at mett varð, at best var at klæða bygningin av nýggjum, og bað løgtingsfyrisitingin tískil um tilboð upp á arbeiðið fyrr í ár.


Vinnarin av tilboðnum gjørdist sp/f Bogi Hermansen, ið nú er farin í holt við arbeiðið. Mett verður at arbeiðið kostar 480.000 krónur, og eftir ætlan, so skal tað vera liðugt til ólavsøku, tá løgtingið verður sett og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal halda sína fyrstu ólavsøkurøðu.