Nú kom lív í fjøldina

Rómurin var øgiligur í Vágsbotni, tá ið Ísland fekk útjavnandi málið.

Tað eru komin væl fleiri fólk oman í Vágsbotn, har Televarpið, Ljóðtøkni, Tórshavnar kommuna og Miðlahúsið eru gingin saman um at vísa EM-dystin ímillum Ísland og Portugal. Við dystarbyrjan vóru áleið 200 fólk, men nú man fara at tátta í teimum 400.


Um vandi var fyri at áskoðararnir fingu ilt í afturpartin av at sita so leingi á tí nýggju trappuni, so hevur Birkir Bjarnason í øllum førum gjørt sítt til, at tey ikki skuldu fáa tað. Øll sum ein fuku upp á tá, tá ið hann fyri løtu síðani javnaði til 1-1.


Tað er einki at taka seg aftur í, at flest øll í Vágsbotni halda við Íslandi. Rómurin var í øllum førum øgiligur, tá ið Ísland fekk útjavnandi málið.