Moody’s hevur vitjað Fiskaaling

Tvey umboð fyri greiningarstovnin Moody’s vóru í seinastu viku á vitjan á Fiskaaling.

Tvey umboð fyri greiningarstovnin Moody’s vóru í seinastu viku á vitjan á Fiskaaling. Uppgáva teirra var at kunna seg um støðuna í føroyska búskapinum og gera eina meting - rating - av føroyska búskapinum.

 

Á Fiskaaling varð greitt frá virkseminum hjá felagnum, og vitjað varð í nøkrum av framleiðsluhølunum.

 

- Partur av vitjanini var eisini at síggja føroyskar vinnufyritøkur og stovnar, og tí vitjaðu umboðini fyri Moody’s Fiskaaling saman við umboðum fyri Gjaldstovuna.

 

Á Fiskaaling fingu umboðini frágreiðing um søgu og virksemi hjá felagnum við serligum atliti at framleiðslu, gransking og tænastu til alivinnuna.

 

- Eftir framløgur varð farið at hyggja at støðini við Áir. Hugt varð at nøkrum av hallunum, har rogn og yngul eru, vita tey á Fiskaaling at siga í dag.