Jøkulísur á Suðurpólinum sprekkaður

Fyri aðru ferð innan eitt ár, brotnar eitt stórt petti av jøkulinum

Hetta er aðru ferð innan eitt ár at ein jøkul sprekkar av Pine Island jøkilnum, einum parti av Suðurpólinum.

 

Síðan 2011 eru fimm ísfjøll brotnaði av Pine Island, parturin sum væntast at brotna av næst sigst at verða umleið 30 kilometrar langur og kann í stødd samanberðast við umleið tvær ferðir støddina av Tórshavn. 

 

 

Pine Island er tann jøkulin á Suðurpólinum, ið minkar skjótast, tað sigst at um allur jøkulin smeltar vaksur havið um allan heimin við einum hálvum meturi.

 

 

Gransking hevur víst at tað er virki gosfjall undir jøkulinum, og kann hetta hava ávirkan á at jøkulin minkar so skjótt. Eisini er jøkulin í beinleiðis samband við havið, og spælur globala upphitingin eisini ein leiklut í, at jøkulin minkar so skjótt.