Tað ber illa til at mótmæla, at tíðin hjá føroyska alirisanum Bakkafrost á norska keypskálanum hevur verið mest at líkna við eitt ævintýr.
Síðani felagið í 2010 varð skrásett á keypskálanum í Oslo er marknaðarvirðið á felagnum hækkað úr 1,7 milliardir norskar krónur til 14,8 milliardir norskar krónur. Tað er ein virðisøking á 780 prosent. Tað skrivar norski keypskálin í tíðindaskrivi, nú tey eru á sjarmuferð í Føroyum í eini roynd at fáa fleiri føroyskt feløg at skráseta seg á keypskálanum.
Harumframt verður víst á, at felagið hetta tíðarskeiðið hevur rindað 1,4 milliardir norskar krónur í vinningsbýti til partaeigararnar Tá tað verður lagt aftrat virðisøkingini í partabrøvum, so vísir norski keypskálin á, at talan er um nýggj virðir fyri 14,5 milliardir krónur.