Misti koyrikortið í nátt

Ein bilførari hevur alla orsøk at iðra seg í morgun, eftir at hann í nátt skundaði sær í so nógv, tá løgreglan var úti og mátaði ferðina hjá bilførarum í Eysturoynni.


Hann varð nevniliga steðgaður av løgregluni, tí tólini hjá teimum vístu, at viðkomandi koyri 127 km/t. Tá er talan um so nógva ferð, at koyrikortið varð tikið á staðnum. Ein sokallað treytaleys frádøming av koyrikortinum.


Harumframt tók løgreglan fimm bilførarar, ið koyrdu millum 105 og 109 km/t. Teir fingu klipp í koyrikortið.
Seinastu dagarnar hevur løgreglan verið nógv úti við ferðmátaranum fyri at kanna hvussu skjótt føroyingar koyra.


Mikudagin upplýsti løgreglan, at teir høvdu tikið nítjan bilførarar, ið koyrdu ov skjótt fyrr í vikuni.


Les eisini: Nítjan bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.