Og so árini í Havn, har vit húsaðust saman, og longu tá læt hann sær bát byggja. Eg minnist, hvussu stolt vit øll vóru av Jóhs. Eli, tá ið báturin var flotaður. Og so tá ið vit sjálvi høvdu fingið tak [...] gróðrarlíkindi rundan um seg, og tá ið okkurt hvast æli kom, so leitaðu vit onnur okkum eisini lívd av eikitrænum,. Men ein vakran summardag í árinum sum fór, fingu vit bráðliga boð um at bløðini fullu [...] so tungar at tær eru við at brotna, og vit onnur spyrja? Hvørjum skulu vit nú standa í lívd av, tað følist sum at vindurin er so tráður, tann sterka eikin sum vit leitaðu okkum lívd av er burtur. Men tað
»Jesus veri við okkum«. Hetta var tann gamla føroyska mentanin. Tey høvdu Jesus við sær bæði í báti og í bjørgum. Vit fingu ein góðan dag. Eg sá tá, hvussu væl hann fiskaði. Jógvan Sofus var tá yvir 70 [...] var burtur um summarið og róði út um veturin sum vanligt var tá á bygd. Tá slupptíðin fór at halla, fór Jógvan Sofus at sigla við trolara. Tá kom broyting í, tí menn sigldu mest sum alt árið. Sum aðrir [...] streymviðurskifti og fiskileiðir hjá gjáarmonnum. Longu tá sá eg, at hettar var skilamaður á sjónum. Tað havi eg staðfest mangar ferðir síðani, tá hann hegnisliga sum fáur hevur sagt frá um vandaferðir
visti hvat galt. Faðirin fall frá, tá ið hann mentist til mans. Hann var tann, sum nú gjørdi manslít og legði lunnar undir mannaferð sína gjøgnum hetta tóma rúmið, sum vit øll fara gjøgnum við árini frá Guði [...] og mammuni eftir deyða faðir síns Tá ið fólk fer um tað síðstu sýnuna í bygdini, kenst tað tómligt, og eru mong farin av Gjógvaragarði tey síðstu árini, sum myndað hava tún og húsaveggir í hesum parti av [...] d. Úti undir Eið at seta eina reyðfiskalínu. Nú sást norður í Djúpini. Tann vegin varð kósin sett, tá hann taldist millum menn. Ein dag raknaði ein dreingjarødd í barmi hansara og teskaði honum blíð orð
glaspettum. Soutar gavst, tá ein løta var farin, men Meehan helt fram. Tvey ella trý onnur fólk vóru hjástødd, men eingin gjørdi tekin til at hjálpa tí verjuleysa manninum. Tá ið teir tríggir fóru víðari [...] bæði av skyldfólki og av vinum víðahvar, eisini her í Føroyum. ----------- GOLGATA Tú fortaldi, tá vit hittust í september - eg síggi alla tilgongdina skilliga – um Highland Park, grøðina turkaða á s [...] fremmandum mentanum og visti nógv um føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður at umgangast. Jim fór úr Føroyum á sumri 2001. Hann
Ingibjørg ein stóran leiklut í tí felagsarbeiði, ið vit dagliga hava. Hon bakaði bollar, gjørdi kakao og hugnaði um allar rógvarar, tá hon hevði stundir til tess. Tá veitslur og hugnakvøld vóru, var Ingibjørg fastur [...] fyri økkum øll. Altíð var hon klár við tvøðuni, tá tiltrongdi, mangan eru vit komin oman í neystið og sæð, at øll vindeygu vóru víðopin, og tá vistu vit, at Ingibjørg var komin oman fyri at reingera eftir [...] frá, hvussu ferðast var til og frá summarstevnum tá í tíðini, fyri við Smyrli, síðani í lastini á onkrum bili, men sum hon segði, tað var tað reina luksus tá, og eingin gramdi seg. Eisini í nevndararbeiði
longur. Eg var stødd umborð 8. desember, tá eg bleiv uppringd av mobiltelefononi kl. 6.45. Tað var mamma, ið ringdi at fortelja mær, at nú var omma deyð. Omma, eg má viðganga, at eg bleiv óð, tá eg fekk hesi [...] ikki fekst tú sagt tað stóra tá, men nikkaði tú, tá eg tosaði við teg, og visti eg tí, at tú visti av okkum. Royndi at ugga ommu við at siga, at í morgin fór omma at hava tað sum »blomman í egginum«. Omma [...] at halda jól saman við abba og at vit bert hava góð minnir um tykkum. Eisini er deiligt at vita, at eg hóast alt kann tosa við ommu enn, sum um tú ert her, sjálvt um vit ikki fáa svar og góð ráð aftur. Góði
á Sýnini í Miðvági. Tit hava mist nógv, og vit hava eisini mist. Familjan varð fyri stuttum rakt, tá ið ein bróðursonur Herluf doyði. Alt hetta ger lívið torført, og vit hava ilt við at koma yvir sorgina [...] summarið, tá ið heiðafuglurin letur. Herluf vaks annars upp við Kirkjar og vóru vit grannar. Hann var sera fryntligur maður og stuttligur við, og høvdu vit vinasamband saman alt lívið. Vit spældu á [...] fótbólt og vóru úti á Dali og Nýpuni. Har slitu vit okkara barnaskógvar. Herluf var góður við alt livandi, og høvdu vit likkuungar og krákuungar, sum vit fóðraðu og aldu upp. Herluf plagdi at ganga á fjall
“Eg var bara 13 ár og Harrry var bara 15 ár tá vit blivu væl. Vit tóku ring uppá tá eg var 16 og giftust tá eg var 18 og Harry var 20 ár. Vit hava kenst og veri góð í yvir 60 ár. Lívið hevur verið fantastiskt [...] maður møtti Jesus honum, á ein serligan hátt, í missiónshúsinum í Rituvík. Vit eru mong, sum hava hoyrt Harry siga frá, tá hann var frelstur og fekk trúðarvissu og gleði í hjartað. Harry var, eftir tað [...] missiónshúsið. Vit eru mong, sum við gleði, undran og takksemi minnast Harry og takka Gudi fyri hann. Orðið frá Hebrearabravinum 13,7 sigur tað soleiðis: – Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava tala Guds
mín Hans Petur. Orð tykjast so fátøk, tá eg skal lýsa tað menniskja, sum hevur staðið mær so nær og hevur verið sum ein bróður fyri meg. Eg kom at kenna Hans Petur, tá eg byrjaði at koma í barnaheim hansara [...] Peturi eitt síðsta farvæl. Tað er svárt hjá tykkum Kirstin og Halli, sum hava mist tykkara kæra mann og pápa. Men eg veit, at tit hava mangar og góðar løtur at minnast á, sum fara at styrkja tykkum í tykkara [...] tók hond í við teimum. Hans Petur var eisini barnavinur og var sera góður við dreingirnar hjá okkum. Vit høvdu nógvar góðar og hugnaligar løtur saman í Sumba og seinni í heiminum hjá Hans Petur og Kirstin
skuldu vit báðir í brúdleyp hjá eini góðari vinkonu. Vit báðir Hans Dávid og eg høvdu gjørt av, at vit skuldu fylgjast í brúdleyp. So seint sum náttina til 12. november ringdi hann til mín, og vit avtalaðu [...] ítrótt, og frá tí, at hann var smádrongur, brúkti hann nógva tíð á vøllinum. Tá vit ikki sjálvir vóru á vøllum, so sótu vit mangan frammanfyri sjónvarpsskýggjanum og spældu FIFA, og tað dámdi honum ótrúliga [...] eitt serligt skálkasmíl, tá hann hevði vunnið, og eg má siga, at hetta smílið østi okkum av og á, men tá eg hugsi aftur á hesar løtur, vóru tær nakrar av teimum bestu løtum, vit høvdu saman. Tíðin eftir