Minningarorð um Jóhannes Eli Iversen

f. 02.01-1948 d. 22.12-2006

Nakrir tankar og minnir, nú svágur og bróður okkara so bráðliga varð tykin frá okkum.
 
Mær fyrikemur lívið sum ein urtagarð, har vit øll eru partur av, og har vit sum einstaklingar og familiur vaksa upp. Sjálvur vaks eg upp í einum lítlum garði í lívd av tveimum væl  rótfestum trøðum, har vóru sera góð gróðrarlíkindi.
 
Men sum tíðin leið, byrjaði eg at hyggja meg um í tí stóra urtagarðinum, og har fekk eg eyga á eina vakra rósu, og tá ið eg so fór at ganga inn í urtagarðin, har sum rósan vaks, sá eg, at har vóru fleiri runnar og trøð, enn í tí garðinum har eg var vaksin upp, og tað eina lítla træið skaraði framúr í vakstrareginleikum, og sum árini eru farin, hava vit hvør í sínum lagi gjørt okkum okkara egna lítla urtagarð. Men tað vísti seg skjótt, at tað lítla træið sum skaraði framúr, tað bleiv til eina eik, sum vaks sera væl og skapti góð gróðrarlíkindi rundan um seg, og tá ið okkurt hvast æli kom, so leitaðu vit onnur okkum eisini lívd av eikitrænum,.
 
Men ein vakran summardag í árinum sum fór, fingu vit bráðliga boð um at bløðini   fullu av tí sterka eikitrænum, og vit hugsaðu, at eikitræið var so sterkt, at tað fór skjótt at blóma aftur, men sum summarið leið, og heysti kom, vísti tað seg at eikin misti enn fleiri bløð, og ein kaldan dag stutt fyri jól, meðan vit onnur stákaust uppá tað mesta við at hugna um, og gera klárt til tað stóru hátíðina, komu boðini. Tann sterka eikin var følnað.
 
Og nú standa vit spyrjandi, tað er vorðið  eitt stórt opið pláss í miðjuni, og tey trøini sum vuksu tættast við eikina, har hanga greinanar so tungar at tær eru við at brotna, og vit onnur spyrja? Hvørjum skulu vit nú standa í lívd av, tað følist sum at vindurin er so tráður, tann sterka eikin sum vit leitaðu okkum lívd av er burtur.
 
Men tað gongur aftur ímóti vári, og um vit standa saman og skapa lívd fyri hvørjum øðrum, so kanska fer at grønka einaferð aftur. Men plássið í miðuni verður verandi tómt.
 
Helgi
 
 
Nú ið bróður mín, Jóhannes Eli so brádliga varð tykin frá okkum, hava tankarnir mangan leitað til árðini, sum farin eru. Vit fimm syskini vuksu upp í Kvívík, har heimið við mammu og pápa var miðpunktið í tilverðuni. Og at vit sum børn spældu á helluni og niðri í fjøruni. Og hvussu tað longu tá kom til sjóndar, at  Johs. Eli hevði evnir til at leiða og skapa. Eg hugsi um bilar og bátar, sum blivu evnað til í kjallaranum, bert við teimum fáu amboðum í tá vóru við hondina, og at tað altíð var Jóhs. Eli, sum  var tann, íð tók sær av at smíða, sjálvt um hann var tann í vær ringast fyri, við einari brekaðari vinstru hond, og eg minnist manga troygguna, sum var skorin á hol á bringuni, tí hann ikki fekk hildið við vinstru hond. Og so árini í Havn, har vit húsaðust saman, og longu tá læt hann sær bát byggja. Eg minnist, hvussu stolt vit øll vóru av Jóhs. Eli, tá ið báturin var flotaður. Og so tá ið vit sjálvi høvdu fingið tak yvir høvdið, at Jóhs. Eli smíðaði sær sjálvum kamar uppi á loftinum, sjált um eingin trappa var uppá loft tað fyrstu tíðina, og tá ið læraraúbúgvingin var frá hondini og hann hevði fingið starv í Komunuskúlanum, syrgdi fyri at fáa grundstykki til vega, og fór í gongd við at byggja síni egnu hús. Og tá ið Asta og Jóhs. Eli giftust, kundu halda brúðleyp í teirra egna heimi. Og nú tey seinastu árini keypti sær sera snøggan hálvlidnan glastrevjabát, og so sjálvur gjørdi lidnan, og eydnaðist tað sera væl. "Antares" er prógv um ein sera snøggan handverkara, sjálvt um Jóhs. Eli bert hevði lítið meir enn eina hond.
 
At lívið var so stokkut, høvdu vit ikki hugsað, Jóhs Eli, og vit onnur væntaðu at nú komu nøkur ár, har vit kundu njóta tilveruna, góðveðursdagar framm við landi. Men tað vildi hann í øllum valdar ikki.
 
Eg hugsi um, hvussu væl í alt var fyrireikað og lagt til rættist alt lívið. Og ikki minni nú teir seinastu dagarnar hann var okkara millum, hvussu grundiga hann fyrireikaði sína egnu fráferð.
 
Bøn okkara er, at Harrin má vera hjá tykkum, ið eftir sita, og geva tykkum styrki til at bera sorgina.
 
Tá ið tey, vit elska her,
Harrin heim til hvíldar ber,
Tómligt kennist  uttan tey,
gleðin mangan tikist deyð;
bert ein lítil stund tað er –
-Jesus kemur aftur her.
 
Friður veri við minninum um sváð og bróður okkara
 
Ívun