Sveinur Olafsson heldur ikki fram í Afturelding

23 ára gamli hoyvíkingurin fer aðrar leiðir

Mynd: Morgunblaðið

Íslendsku miðlarnir, Morgunblaðið og Handkastið skriva, at tíðarskeiðið hjá 23 ára gamla Svein Olafssyni í Afturelding í bestu íslendsku hondbóltsdeildini nú er liðugt.

 

Sveinur skoraði 24 mál fyri Afturelding í farna kappingarárið, har fjórðingsfinalurnar móti hafnarfjarðarliðnum, Haukar gjørdist endastøðin hjá liðnum.

 

Sveinur fer nú til Danmarkar, har hann fer undir lestur, og ætlar hann samstundis at finna sær eitt hondbóltsfelag, har hann fer at spæla komandi kappingarárini.  

 

 

 

Mynd: Morgunblaðið