Minningarorð um Ingibjørg Poulsen

Torført er at skilja, at Ingibjørg ikki er okkara millum longur. Hon, ið altíð var lívlig og fyrikomandi, hvar hon so enn kom.

 

Fyri okkum í Havnar Róðrarfelag hevði Ingibjørg ein stóran leiklut í tí felagsarbeiði, ið vit dagliga hava. Hon bakaði bollar, gjørdi kakao og hugnaði um allar rógvarar, tá hon hevði stundir til tess. Tá veitslur og hugnakvøld vóru, var Ingibjørg fastur fúsur í køkinum, og okkarar fatan var, at Ingibjørg tók sær altíð tíð til okkum í Havnar Róðrarfelag. Ikki løgið, at hon bert var nevnd Omman, tí hon var sum ein omma fyri økkum øll.

Altíð var hon klár við tvøðuni, tá tiltrongdi, mangan eru vit komin oman í neystið og sæð, at øll vindeygu vóru víðopin, og tá vistu vit, at Ingibjørg var komin oman fyri at reingera eftir okkum.

Siglandi mann hevði Ingibjørg, og var Joen Jacob alt og eitt hjá henni, tey vóru ein fyrimynd hjá okkum øllum, og tók hann sjálvandi eisini lut í tí arbeiði, ið Ingibjørg gjørdi fyri okkum í Havnar Róðrarfelag.

Eisini var Ingibjørg við á flest øllum stevnum, og var hon ein góður stuðul hjá øllum okkara limum bæði tá tað gekk væl og minni væl.

Ingibjørg vaks upp úti í Hornabø, og tað gjørdi, at hugurin til kappróður var stórur, tí sum hon segði, so var teinurin oman í Álake4r ikki langur, og var hon ikki har niðri, so eygleiddi hon róðurin úr vindeyganum kvøld eftir kvøld.

Hetta var so við til at hon longu sum 14 ára gomul sat við róðrið fyri fyrstu ferð, og var hetta sjálvsagt umborð á Sílinum.

Ingibjøærg hevði ofta sagt frá, tá tær róðu út til Nólsoyar um kvøldarnar fyri at fáa mjólk undan kvøldmálinum, go tiltikin er hon fyri at stimbra.

Eisini var stuttligt at hoyra hana greiða frá, hvussu ferðast var til og frá summarstevnum tá í tíðini, fyri við Smyrli, síðani í lastini á onkrum bili, men sum hon segði, tað var tað reina luksus tá, og eingin gramdi seg.

Eisini í nevndararbeiði tók Ingibjørg lut í, hon var nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag eitt skifti í 70 árinum, og heta gekk hon upp í við lív og sál. Fyri fáum árum síðani avgjørdu vit at útnevna ein heiðurslim í HR, og var tað sjálvsagt, at Ingibjørg fekk henda heiður. Hon var sera takksom fyri at vit valdu hana til fyrsta heiðurslim í felagnum, og hon livdi upp til heiðurin til sín síðsta dag.

Ingibjørg var eisini ein av stovnarinum í Róðrargrunni Føroya, ið hevur til endamáls at stuðla tjóðarítrótti okkara. At hava mist ein so góðan vin og stuðul er torført, má Harrin styrkja teg, Joen Jacob og familjuna í hesi sorg.

Friður veri við minnium um okkara elskaðu Ingibjørg


Havnar Róðrarfelag