Minningarorð um Hans Petur Fríðálv Joensen

f. 01. mai 1959 ? d. 06. september 1998

Tað kennist so svárt og ómetaliga tungt at skula skriva minningarorð um svág og góða vin mín Hans Petur. Orð tykjast so fátøk, tá eg skal lýsa tað menniskja, sum hevur staðið mær so nær og hevur verið sum ein bróður fyri meg.

Eg kom at kenna Hans Petur, tá eg byrjaði at koma í barnaheim hansara í Sumba í 1970. Hans Petur var altíð blíður, fyrikomandi og glaður. Hann var ein góður vinur og var ongantíð bangin fyri at vísa teimum, sum stóðu honum nær, at hann var góður við tey. Ongantíð gloymdi hann foreldur síni, men var javnan og vitjaði í barnaheiminum og tók hond í við teimum. Hans Petur var eisini barnavinur og var sera góður við dreingirnar hjá okkum.

Vit høvdu nógvar góðar og hugnaligar løtur saman í Sumba og seinni í heiminum hjá Hans Petur og Kirstin í Havn og hesar løtur fara altíð at standa sum dýrabar minni fyri meg. Tað verður ein saknur at koma til Havnar og ikki kunna fara at vitja Hans Petur. Eisini kendist tað so svárt at koma til Sumbiar meðan flettingin fór fram, og Hans Petur ikki var við í slaktinum. Tankar mínir leita til tykkum, Giggan og John og systkin hansara, má Harrin styrkja tykkum í tykkara stóru sorg og sakni.

Hans Petur fór til skips á ungum árum. Fyrsta túrin var hann við »Morgunstjørnuni« og síðani fór hann við »Strømnes«, har hann var við til tað seinasta. Hans Petur var álítandi og ein góður vinur. At Hans Petur er saknaður umborð, vísti manning og reiðarí við at sigla heim við Hans Peturi til jarðarferðina. Tann stóri líkskarin, sum fylgdi Hans Peturi til hansara síðsta hvíldarstað, vísti hvussu nógv hann var elskaður og saknaður.

Hans Petur giftist við Kirstin í mars mánaða og ikki eydnaðist mær at vera saman við tykkum hesa stóru og eydnusamu løtu í lívi tykkara. Síðstu ferð, eg sá Hans Petur, var í Eysturgrønlandi. Vit vóru á hvør sínum báti og sigldu tætt fram við hvørjum øðrum. Hans Petur stóð á dekkinum og dró nót um borð á »Strømnes«. Hann veittraði til mín og smíltist ? ikki vardi tað okkum, at hetta var seinastu ferð, at vit sóust, og at hetta var seinasta heilsan okkara millum. Eg eri sera takksamur fyri, at tað eydnaðist mær at koma heim til jarðarferðina og siga Hans Peturi eitt síðsta farvæl.

Tað er svárt hjá tykkum Kirstin og Halli, sum hava mist tykkara kæra mann og pápa. Men eg veit, at tit hava mangar og góðar løtur at minnast á, sum fara at styrkja tykkum í tykkara stóru sorg og sakni. Má Harrin styrkja tykkum bæði.

Eg vil við hesum fáu orðum lýsa frið um minnið um mín góða vin og svág, Hans Petur Fríðálv Joensen. Ærað veri minni um hann.


Svágur tín Sámal Erik