Minningarorð um Jógvan Sofus Ferjá

Jógvan Sofus er farin 94 ára gamal.

Jógvan var føddur við Gjógv, sonur Jóhan Joensen í Blásastovu frá Gjógv og Jørginu f. Mørkøre úr Skúlanum á Eiði. Hann var elstur av trimum systkjum. Tvær systrar komu aftaná. Hann var fimm ára gamal, tá ið næsta systirin kom. Eg spurdi Jógvan Sofus einaferð, hví hann altíð var so góður í sær og í góðum humør. Hann svaraði nakað soleiðis. Eg havi helst fingið nógva umsorgan frá mammu míni tey fyrstu árini, vit vóru tveyeini í húsi, meðan pápi var til skips. Men, legði hann afturat, eg fór at hjálpa henni og ganga henni til handa, so skjótt eg var so frægur.


Skúlagongdin kom at vera við Gjógv. Lærari hansara var Jóhan Kallsoy, og gott fyri hann. Kallsoy fekk so stóran tokka til henda fitta og løgna smádrongin, at teir mangan vóru á floti saman tveireinir. Eitt sjáldsamt fyribrigdi fyri so mongum árum síðani og helst eisini í dag. Hugur hansara til sjógvin varð soleiðis vaktur frá barnsbeini og kom at vera tað alt lívið. Hann kundi taka til, at kemur einki upp úr sjónum, so er svangligt við Gjógv.


Jógvan Sofus fór til skips eftir fermingaraldur, og blivu árini har úti yvir hálvthundað. Væl lá fyri við snørinum, tað tók væl í hjá honum og var hann av allar bestu fiskimonnum. Hann var burtur um summarið og róði út um veturin sum vanligt var tá á bygd. Tá slupptíðin fór at halla, fór Jógvan Sofus at sigla við trolara. Tá kom broyting í, tí menn sigldu mest sum alt árið.


Sum aðrir dreingir fór hann at finna sær gentu. Ikki fór hann langt. Nei, tað bleiv ein gjáargenta hinumegin ánna, sum hann fekk sera stóran tokka til: Alt lívið var hann ongantíð í iva um, at hann hevði funnið ta røttu gentuna. Hesi bæði løgdu ástir saman, og tey giftust í Gjáar kirkju ein vakran vetrardag í 1937. Presturin Sand las tey saman.


Tey fingu eitt langt og eydnuríkt hjúnalag, sum teirra lív saman var besta prógv fyri.


Fimm fingu tey børnini, ein drong og fýra gentur. Dinnafía kom at vera heima um børnini, meðan Jógvan Sofus stríddist á sjónum, fyri at forsyrgja sær og sínum. Jógvan Sofus gav altíð til kennar, at hann hevði fingið eina sera góða og vituga konu. Hann umtalaði hana altíð við rósandi orðum og hevði altíð sovorðna umsorgan fyri henni. Hon hevði alt at siga fyri hann. Tað komst eisini av, at hon hevði børn og heim í sínum hondum einsamøll, meðan hann var til skips. Hon megnaði tað við myndugleika og hegni sum fáur. Heimið, tey bæði bygdu sær í Fornanum, kom at vera eitt trygt og fjálgt heim at vaksa upp og mennast í, á tremur av føroyskari mentan og vísdómi.


Eg kom at kenna Jógvan Sofus, eftir at hann var uppilagstur. Men hann søkti sjógvin dúgliga við sjeymannafarinum »Norðhavinum«, sum hann hevði ognað sær og røkti so fyrimyndarliga. Eg minnist fyrstu ferð, vit báðir fóru til útróðrar ein veðurfagran morgun fullan av sól, og tað stóð við klettin. Hann var sera glaður henda morgunin og sang: »Halt út, halt út á hav…« eini tvey ørindi, so sigur hann: »Sum Mikkjal á Ryggi kann yrkja«. Honum dámdi so sera væl alt tað, sum Mikkjal hevði yrkt um sjógvin. So varð farið inn í bátin. Hann var hin seinni, stingur frá og sigur við mildari og inniligari rødd: »Jesus veri við okkum«. Hetta var tann gamla føroyska mentanin. Tey høvdu Jesus við sær bæði í báti og í bjørgum. Vit fingu ein góðan dag. Eg sá tá, hvussu væl hann fiskaði. Jógvan Sofus var tá yvir 70 ár, at líta á sum ein unglingi, lættur á føti og í sinni. Hetta andlitið, fult av ró og lítillætni. Hetta vóru ókendar leiðir fyri meg. Hann segði frá um vandar, streymviðurskifti og fiskileiðir hjá gjáarmonnum. Longu tá sá eg, at hettar var skilamaður á sjónum. Tað havi eg staðfest mangar ferðir síðani, tá hann hegnisliga sum fáur hevur sagt frá um vandaferðir har úti. Hann hevði stóra virðing fyri havinum. Tað lá í teimum gomlu gjáarmonnunum, lærdir av sera beiskum royndum.


Trúarlívið hjá Jógvan Sofusi var einfalt. Hann hevði Harran við sær í tí dagliga. Halgidagar varð farið í kirkju. Var ikki farið í kirkju, varð lisið lestur. Meg minnist fyrstu ferð, eg hoyrdi heimalestur verða lisnan. Tað var av Jógvan Sofusi. Vit komu til Gjáar ein sunnumorgun. Tann dagin varð lestur lisin. Hetta fór fram í spísistovuni. Vit sessast runt borðið. Jógvan Sofus tekur sálmabók og lestrabók niður av einari hill. Hann slær ein sálm upp, biðjur Jesus verða hjá okkum og byrjar at syngja við sera klárari rødd. Eg siti sum í øðrum heimi. Tá ið sálmurin er at enda komin, tekur hann J. Dahls lestrabók. »Í lýsing« og blaðar upp við sínum slitnu hondum. Ein sovorðin friður legðist yvir lonina. Vit sita øll í kvirru og nærveru, eisini okkara smábørn, og lurta. Sum hann dugir at lesa, hugsi eg. Tá lesturin er at enda komin, verður aftur sungin ein sálmur. Ein tignarløta er komin at enda, sum setti seg og situr føst í mínum minni enn. Jógvan Sofus hevði sera gott mál og minni. Hann dugdi væl at kvøða, dansa og syngja. Mangt kvæði og manga vísuna hevur hann skipað. Mangan sálmin og mangan sangin hevur hann sungið til gleði fyri okkum øll, sum høvdu høvi at líða á.


Ferðafólk, sum koma til Gjáar í stórum tali á sumri, hava so mangan sæð henda blíða mannin undir reyðari húgvu úti á Gjónni. Altíð kom hann á tal við tey. Kundi hann ikki teirra mál, beyð hann sær at syngja fyri teimum. Sangur og løg fara lætt um landamørk. Væl er hann fagnaður fyri hetta og nógvar myndir eru tiknar av honum. Hann hevur fingið bæði myndir og takkarkort úr fjarskotnum londum fyri tað, hann gav teimum. Eisini eru nógv, hann hevur boðið inn á gólvið heima til okkurt ábit.


Jógvan Sofus hevði nú fingið eina stóra familju runt seg, heilt niður til langabbabørn. Áhugi og umsorgan fyri okkum øllum, sum stóðu honum nær, var fyrimyndarligur og markleysur. Samband hevði hann við hvønn einstakan, og altíð fregnaðist hann eftir støðuni og bar góð ynskir fram. Nú var Jógvan Sofus rokkin 94 ár, ein høgur aldur. Hann hevði verið í hjúnabandi í næstan 70 ár. Fyrireikingar vóru gjørdar til stórt jarnbrúdleyp. Hann fylgdi væl við, hvør ið hevði teknað seg til veitsluna og gleddist sum vit øll, ið stóðu honum nær. Hann sigur við meg við einum brosi: »Eg kann byrja at skipa brúðarvísuna, so kunnu teir yngru taka yvir, tá ið eg ikki orki meir«. Soleiðis skuldi ikki blíva. Boð vóru eftir honum. Fjørðurin var rógvin, árarnar lagdir inn fyri seinastu ferð. Vit sita spyrjandi eftir. Tann stóra veitslugleðin var brádliga skift til sakn og stóra sorg. Ein stór bygdarmynd er horvin úr Gjáarbygd, sum gjørdist fátækari henda dag. Jógvan Sofus varð borin til sítt seinasta hvíldarstað. Ongantíð havi eg sæð ein so stóran líkskara í eini so lítlari bygd, sum henda góða vetrardag, tá ið vit skiltust fyri seinastu ferð her á fold.


Jólahalgan stundar til og uttan teg millum okkum. Tú verður sáran saknaður.


Góða vermóðir, nú situr tú eina eftir við sakninum og sorgini. Má Harrin styrkja og troysta teg í hesum døgum.


Mín góði vinur og verfaðir


Hvíl í friði


Arnold