Tey sum fyri sjey árum síðani starvaðust uppi á Hotel Føroyum í Havn minnast kanska frá hesi tíðini Jim Kerr, ein skota, sum eisini arbeiddi á hotellinum. Jim kom til Føroya í august 2000 og fór avstað aftur á vári ella sumri 2001. Jim hevði útbúgving í tænara- og hotellvirki, og tað var serliga tann búskaparligi parturin av hesum arbeiði, sum hann hevði áhuga fyri. Undirritaði kom at kenna Jim Kerr av tí orsøk, at Hotel Føroyar útvegaði honum innivist sum leigara í okkara húsum í Havn. Jim, sum um hetta mundið var eini 44 ár, var friðarligur, vinarligur, skemtingarsamur og sera røkin. Hann hevði stóran áhuga fyri fremmandum mentanum og visti nógv um føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður at umgangast. Jim fór úr Føroyum á sumri 2001. Hann hevði ein dreym um at koma víðari í hotell- og ferðavinnuarbeiði. Hann fór undir lærdan lestur í Skotlandi, og fyri jól í 2003 kundi hann ovurfegin og sera stoltur boða frá, at hann hevði tikið prógv sum BA (Bachelor of Arts) í altjóða handils- og ferðavinnu frá The University of the Highlands and Islands. Hann fekk prógvið handað á eini hátíðarsamkomu tann 31. oktober 2003 í Perth City Hall, har skyldfólk og vinir og fólk úr tí akademiska heiminum vóru hjástødd, og har hann var klæddur í university robes: tann serliga fróðskaparbúnan. Hetta var, skrivaði hann, “ein tann størsta løtan í mínum lívi.” Ei undur í, tí hann stóð sína roynd with distinction: við framúr góðum úrsliti. Seinni, og ivaleyst sum ein frukt av hesi útbúgving, fekk Jim Kerr starv í býarumsitingini í Perth. Hann hevði serliga við matskaffan at gera og var partur av einum liði, sum hevði ábyrgd av tiltøkum, ið býráð og borgmeistari stóðu fyri, eitt nú borðreiðing, tá virðislønir vórðu latnar, ella umboð fyri vinarbýir vitjaðu. Jim var vældámdur og kendur fyri at vera álítandi og nærlagdur. Jim gloymdi ongantíð Føroyar, og hann hevði ein dreym um onkuntíð at koma aftur at vitja. Men lagnan hevði annað í hyggju. Tað sum síðani hendi er ringt at fata, óveruligt, sum kom tað beint burtur úr einum av hesum krimifilmunum, sum eru at síggja eitt nú í Kringvarpi Føroya hvørt hóskvøld. Á veg heim til hús sunnunáttina tann 22. apríl í fjør bleiv Jim álopin av trimum monnum. Ein teirra, ein drongur á fimtan ára aldri, setti fót fyri Jim, so hann datt. Hinir báðir, David Meehan og Martin Soutar, lupu nú á tann liggjandi mannin, slógu og sparkaðu hann í høvdið og bringuna, og skammfóru hann eisini við onkrum hvøssum, kanska glaspettum. Soutar gavst, tá ein løta var farin, men Meehan helt fram. Tvey ella trý onnur fólk vóru hjástødd, men eingin gjørdi tekin til at hjálpa tí verjuleysa manninum. Tá ið teir tríggir fóru víðari, lá Jim og bløddi illa úr sárum í høvdinum. Teir tríggir hildu leiðina fram og endaðu í einum house party, har teir greiddu frá tí sum hent var og reypaðu av sínum avrikum. Á veg heimaftur komu teir eina ferð enn fram við Jim, sum framvegis lá sum deyður. Teir lótu hann liggja og lótust ikki um vón. Klokkan hálvgum fimm henda morgunin varð Jim funnin av eini konu, sum kom framvið við hundinum. Hon varskógvaði ein hotellstjóra, og boð vórðu send til ambulansuna. Jim varð førdur til Ninewells Hospital, har tað var staðfest, at hann bløddi illa úr báðum síðum á heilanum. Hann fekk ikki vitið aftur og doyði sama dag á sjúkhúsinum. Orsøkin var greið: Jim, ein heldur lágur og klænvaksin maður, varð stutt og greitt sparkaður og bardur til deyðis. Tað tók ikki langa tíð hjá løgregluni at finna gerningsmenninar. Meehan og Soutar vóru kenningar hjá politinum. Báðir høvdu blóð á venjingarskónum, og David Meehan hevði eisini blóð á síni T-skjúrtu. Málið kom fyri í Hægstarætti í Edinburgh í november í fjør. Dómarin, Lord Macphail, gjørdi teimum skuldsettu greitt, at teir høvdu tikið lut í einum ógrundaðum og karráum morði. David Meehan fekk fongsulsrevsing fyri lívstíð, hann skal sita í ið hvussu er 16 ár og kemur kanska ongantíð útaftur. Martin Soutar fekk níggju ár og skal síðani vera undir eftirliti í trý ár. Tann 15 ára gamli drongurin fekk eitt ár. Av skrivingini í skotskum og enskum bløðum skilst, at morðið á Jim Kerr er eitt klassiskt dømi um eina “homofobiska” brotsgerð. Fleiri bløð nevna - sum var tað nakað, øll vistu – at Jim var samkyndur. Einki løgið, ella enntá serliga áhugavert, átti at verið í hesum, líka so lítið sum í tí, at ein persónur er reyðhærdur ella lámur. Sjálvur veit eg einki um hetta, men eitt veit eg: Jim Kerr kundi ikki gjørt haltari hønu mein. Hann var í øllum lutum ein friðarmaður. Gongdin í sakini váttar hetta. Tann 15 ára gamli drongurin helt í fyrstuni uppá, at Jim skuldi hava roynt at “nærkast” sær, men hann hevur seinni, gjøgnum sín verja, avsannað síni egnu orð. Niðurstøðan tykist greið: Her var ein maður, sum bar orð fyri at vera øðrvísi enn hini, og sum sostatt, uttan at hava gjørt nakað til sakar, skuldi rinda prísin fyri hetta. Stutt fyri jól, frá 25. november til 13. desember, var sjónleikurin Verkætlan Laramie eftir Moisés Kaufman og Tectonic Theater Company framførdur í Havn, í Müllers Pakkhúsi, í frálíkari uppseting og við, í mongum førum, framúr góðum, professionellum leikkynstri. Men tað áhugaverda er, at hesin doku-leikurin rakti snórabeint á rákið í okkara haturstíð. Atsóknin móti Jim Kerr tykist í mongum lutum meinlík morðinum á Matthew Shepard. Fyri skotska rættarsiðvenju kann hetta mál fáa stóran týdning. Bæði í Onglandi og í Wales er tilskilað í lógini, at hatursbrotsgerðir, vendar móti samkyndum, verða revsaðar serliga hart. Ella, sagt á annan hátt, teir hava samtykt sítt slag av eini 266B-lógargrein. Ein lógargrein av sama slag er ikki enn samtykt í Skotlandi. Men ein slík lógarbroyting er á veg í Skotlandi, og bæði straffirnir í Jim Kerr-sakini og dómarans útsagnir benda á, at rætturin longu nú tekur tað sum eina sjálvfylgju, at ein skotsk 266B verður sett í gildi um stutta tíð. Jim Kerr var lítillátin maður. Men hann var eitt av hesum dugnafólkunum, sum einki land kann vera fyriuttan. Hann verður sárt saknaður, bæði av skyldfólki og av vinum víðahvar, eisini her í Føroyum. ----------- GOLGATA Tú fortaldi, tá vit hittust í september - eg síggi alla tilgongdina skilliga – um Highland Park, grøðina turkaða á steingólvum, maltið, sum varð roykt yvir Orknoya angandi torvi, ikki sørt, eg fekk kenning tað kvøldið. Síðan tá sæst ein skuggi ikki longur á torgunum í Perth. “Løgnir tínir landsmenn, á barrini, hesi nýggju on the waterfront, lutast summir eina Blacksheep nú við aldarburð við visakorti, ja, altso viðhvørt. Og handa Norrøna, er tað ikki eitt sindur ørt, hatta keypið?” So fullu tíni orð. Men ein skuggi er horvin úr parkunum í Perth. Tínir vandnu epistlar bóru vitnisburð – sum gluggi – um framgongd innan catering, nýfloygdur Bachelor og røkin fekst tú sess sum civic officer í Perth and Kinross Council, í januar í fjør fekk eg sendandi við fotomynd frásøgn um títt nýggja dreymastarv, og um ferðir til Honfleur, Lübeck, Brügge. Nú fór klokkan væl av tíggju, unassuming, quiet, tá tú biður um ein Guinness á Dickens Bar, og seinni, einki svik á tíni vørr, um ein night-cap: glóð úr gulløksum við Dornoch Firth. Farið er um midnátt, aprílgulið - tað lýggja - kínir hylspegli í viðarlund í Perth. Meehan fekk sekstan ár, Soutar níggju, tann triði (15, tí ónevndur) eitt, í hesum Boyd-tíðum, óansið at vassa í eitt house party við bragdargerð á vørr og blóð-autografum. Við ørmunum á tvørs dagar móti morni, í South Inch Park, ein skuggi uttan kodda. Góði vinur, eg skrivi hesi orð til mammu tína Mary nú í advent. Um fjørð skimast gásarbøga, skrúgvuleys. Á halgaðan svørð bleiktrar tendringin: kvøldkulsin líggi.