Minningarorð um Ingibjørg Eliasen

fødd 25. juni 1926
deyð 8. desember 2004

Góða allar verðinsbesta gjógvaromma.

Omma, bert ein lítil seinasta heilsan frá mær, nú omma er farin frá okkum her á fold.

Siti niðri í Keypmannahavn og hyggi at myndini í vindeygakarminum, har omma og abbi eru á B4 og vitja sítt fyrsta langommubarn. Tað tykist so løgið, at longu eftir góðum fýra árum eru hvørki omma ella abbi ímillum okkum longur.

Eg var stødd umborð 8. desember, tá eg bleiv uppringd av mobiltelefononi kl. 6.45. Tað var mamma, ið ringdi at fortelja mær, at nú var omma deyð.

Omma, eg má viðganga, at eg bleiv óð, tá eg fekk hesi tungu sorgarboð. Omma, eg var og vitjaði teg kvøldið fyri, at tú bleiv skurviðgjørd. Tú stúrdi fyri operatiónini og væntaði, at omma nokk fór at sigla sama veg sum abbi gjørdi fyri einum ári og 361 døgum áðrenn omma skuldi opererast.

Eg stúrdi eisini fyri skurðviðgerðini, men bleiv tað ein lætti, tá læknin kom út í bíðirúmið og fortaldi okkum, at alt hevði gingist væl eftir umstøðunum, og at vit nú skuldu bíða til omma kom fyri seg aftur eftir hesa stóru skurðviðgerð. Eg og mamma fóru so inn á stovuna at heilsa upp á teg, áðrenn eg skuldi aftur til arbeiðis.

Omma, ikki fekst tú sagt tað stóra tá, men nikkaði tú, tá eg tosaði við teg, og visti eg tí, at tú visti av okkum. Royndi at ugga ommu við at siga, at í morgin fór omma at hava tað sum »blomman í egginum«. Omma, ikki droymdi eg um, at tað var seinastu ferð, eg tosaði við teg, og at omma skuldi fáa heilabløðing og doyggja somu nátt.

Hugsaði eg logiskt, so visti eg, at omma ikki kom so skjótt fyri seg aftur, sum eg segði, men komu orðini »blomman í egginum« automatiskt út úr munninum. Sjálvt um eg segði, at omma fekk tað sum »blomman í egginum«, so má eg viðganga, at eg ikki ynskti at omma skuldi fáa tað sooo gott, sum omma nú fekk tað. (væl meint).

Omma, sjálvandi ynski eg tær alt tað besta, men at omma skuldi rýma frá okkum so skjótt, tað var so laaangt burtur í frá tí, ið stóð fremst á mínum ynskilista!
Lítið vita vit.

Omma, saknurin er stórur. Sakni at fara oman til Gjógvará, inn í tín heita køk, geva tær muss og klemm, tendra ketilin, fáa ein drekkamunn við fransbreyði, osti og verðsins besta heimagjørda rabarbusúltutoyi, ið omma hevði súltað. Sakni okkara prát, sakni at »skula« ringja til tín hvønn sunnudag, tá eg ikki var heima, + allar hinar uppringingarnar.
Omma, altíð hugsaði tú um okkum og hevði eina ótrúliga umsorgan fyri okkum.
Omma, minnist tú tá eg fortaldi tær, at eg ætlaði mær til Londin ein vikuskiftistúr. Tá eg kom at vitja teg dagin eftir, segði tú, at omma hevði ikki hevði fingið sovið ta náttina, av tí at tú stúrdi fyri, at okkurt skuldi henda mær, meðan eg var har. Tá eg so lovaði ommu, at eg skuldi ringja til tín, meðan eg var í Londin, tá var betur. Altíð hevði tú okkum í tonkunum.:)

Síðan omma og abbi fluttu niðan til okkum á Traðarvegi, har tit búðu í eitt stutt ár, má sigast, at vit systkini fingu enn størri tokka til tykkum, og føldi eg, at sambandið okkara millum bleiv tættari enn nakrantíð. Prátini blivu meira frí og ungdommilig. Mangan sótu vit seint uppi um kvøldarnar. Vit tosaðu um hvussu eg hevði tað, um stúran, mannfólk, »sjeikar«, arbeiði, ja, so gott sum alt. Takk fyri tað.

Má sigast at sjálvt um omma varð 78 ár, so tóktist omma fyri mær, sum hon var eini 50 ár. Frísk, ungdommilig og løtt í sinni. Ein dreymaomma av ommum at vera.

Omma, eg veit at tú visti, at vit elskaðu teg, men eg eri glaði fyri, at eg sunnukvøldið fyri tú skuldi innleggjast, fekk fortalt tær, at eg var góð við ommu, og at eg elskaði teg.

Omma, tað virkar so skeivt, at omma nú hevur andað sín síðsta andadrátt. Tú sást so ljóst upp á lívið, var frísk og glað, hevði góða heilsu og fanst tær altíð okkurt at takast við. Hevði ætlanir um at vit, børn, ommubørn + langommubørn, áttu at farið til Danmarkar í Blokhus í summar. Omma gleddi seg til at Rut og Jóhannis skuldu koma heim til Føroyar við beiggjanum í januar og at fáa títt fimta langommubarn síðst í januar. Onga av hesum hendingum slapst tú at uppliva.

Omma, takk fyri bowlingtúrin í summar saman við mammu og ommubørnunum. Tú var bara heilt grov, og var omma sum ikki einaferð løtt í sinni sum altíð.
Eg vildi ynskt, at eg kundi ringt heim, fortalt tær um skúlan hjá mær, fortalt ommu, hvussu eg trívist niðri o.m.a., men so bleiv ikki:(

Men tó, so er tað ein uggi at vita, at omma hevur tað gott nú, slapp at halda jól saman við abba og at vit bert hava góð minnir um tykkum. Eisini er deiligt at vita, at eg hóast alt kann tosa við ommu enn, sum um tú ert her, sjálvt um vit ikki fáa svar og góð ráð aftur.

Góði abbi: (Dánjal Petur Eliasen, f. 18.01.1914, deyður 10.12.02).
Sjálvt um abbi doyði líka tveir dagar undir tveimum árum áðrenn omma, so følist tað annarleiðis nú, omma doyði. Sjálvandi var saknur eisini eftir abba, men var tað nakað annað. Vit vistu jú, at abbi bert bíðaði eftir at blíva heintaður og var troyttur av døgunum her á foldum.

Abbi gekk móti teim 89, var blindur, fekk illa tosað og var fyrireikaður at fara upp til Várharra. Vit kundu jú ugga okkum við, at nú var dagurin komin, ið abbi bíðaði eftir.
Men abbi, sjálvt um abbi hevði givið upp við lívið, so steðgaði tín kærleiki til ommu ongantíð.
Havi hoyrt onkran sagt, at sjálvt um ein maður/kona er góður/góð við konuna/mannin og elskar hana/hann, so kann ein ikki vera forelskaður í henni/honum alt lívið. Men abbi, har má eg siga, at eg ikki er heilt samd. At síggja abba og ommu saman var heilt ótrúligt.
Líka til tað seinasta kom abbi við kerligum orðum, so sum á góðasta, eg elski teg og ja vælsignaða. Kom man oman til Gjógvará at vitja tykkum, og tit sótu í køkinum, ja, so kom tað meira enn so fyri, at abbi sat á stólinum og omma sat so fitt á lærinum hjá abba.

Sá man tykkum í býnum, ja, so kom tað ikki fyri, at tit ikki gingu hond í hond og leiddust. Altíð fitt og kerlig.

Havi sagt tað við ommu fyrr og sigi tað enn einaferð, at hóast tit vóru systkinabørn og høvdu 10 ár á aldursmuni, so má sigast, at tit vóru tað fittasta parið, ið eg nakrantíð havi møtt. Eitt heilt einastandandi par!

Vit mugu bara ásanna, at lív og deyði hoyra saman.

Omma og abbi:
TAKK fyri tykkara kærleika til okkum
TAKK fyri tykkara lærdóm.
TAKK fyri tykkara lættlyndi.
TAKK fyri tíðina saman við tykkum.
TAKK fyri at eg slapp at eiga tykkum sum ommu og abba.

Eg elski tykkum. Eg sakni tykkum. Tit koma altíð at eiga eitt pláss í mínum hjarta. Vónandi síggjast vit aftur einaferð, onkunstaðni aftan fyri sýnina.

TAKK FYRI ALT.

Heilsan
Eyðfríð