Minningarorð um Jónfríð Dahl

Minningarorð

Jógvan bróður ringdi til mín tíðliga ónsmorgunin sjeynda januar og fortaldi, hvat ið hent var. Jónfríð var á veg niðan á ellisheimi í Auning í náttarvakt, har hon var fyri ferðsluvanlukku vegna svartakálk. Tað ringasta, ið henda kundi, var hent?

Tá ið ein fær slík ófrættaboð, tá steðgar alt á. Kenslurnar stirðna í einum skelki. Tað er sum ein pískur, ið slær og sker djúpt í kenslulívið ? og einki er at gera. Tað er ófatiligt, meiningsleyst. Tá verður tøgn. Og grátur.

Tíggjundi januar 1998 var ein vakur dagur í Thorsager. Stilli, vetrarsól og kalt. Vit vóru til jarðarferð. Okkara elskaða Jónfríð skuldi jarðast. At vit skuldu siga farvæl við hana fyri seinastu ferð var framvegis ikki til at skilja.

Tað var vakurt, men kalt - so kalt. Ytri, náttúrunar kuldi var í samljóð við innara sálarliga skjálvtan, stirðnaðu kenslurnar, tilburðin, sum í einum hevði lagt seg sum ísur um kenslulívið hjá okkum øllum. Einki kundi fløva stirdar sálir. Tað var henda øgiliga kenslan av tómleika, meiningsloysi, máttloysi, sorg, sum yvirdoyvdi alt. Har var eingin uggi.

Og tó kundi fagri dagurin kveikja vøkur minni. Sólstrálurnar, ið kendust veikt fløvandi á kjálkanum, kundu minna á hitan, ið strálaði frá smílinum við glógvandi eygunum ? hitan, ið ikki var meira.

? ? ?

Vit, systkini hjá Jógvani, hava kent Jónfríð alt okkara vaksna lív ? heilt frá vit vóru blaðung. Svigarinna okkara var sum ein systir fyri okkum. Vit vóru á mangan hátt hvørjum øðrum lík ? til dømis at dáma væl at sita og práta og hugna okkum, ofta við kortspæli, í vikuskiftum til langt út á náttina.

Jónfríð var ein stór persónligheit. Fyrst og fremst sum hon tók sær av familjuni. Familjan var hennara eitt og alt ? óansæð, hvat ið annars hendi, so helt Jónfríð altíð saman uppá familjuna. Hennara kærleiki var ein stór, savnandi megi. Samanhaldið og tað sosiala lívið í familjuni var nakað heilt fyri seg ? sum bæði Jónfríð og Jógvan stóðu aftanfyri, hvør uppá sín máta. Tá ið so miðdepilin í familjuni knappliga er rivin burtur ? so kenst saknurin so nógv meira pínufullur, men eg veit at tit, Jógvan, Beinta, Pauli, Jákup og svigarbørnini Chris og Hilda, nýta sterka samanhaldið tykkara millum til at troysta hvønn annan og tosa saman um alt, sum farið er fram.

Jónfríð var eitt menniskja, sum man altíð visti, hvar man hevði. Hon var eitt heilt og heitt menniskja, ein ókúgandi optimistur, djørv, ærlig, opin og ekta í øllum, sum hon gjørdi og segði. Hon var nógv avhildin á sínum arbeiðsplássum sum sjúkrahjálpari, har hon legði so nógv av sær sjálvari í arbeiði ? fyrst og fremst í síni umsorgan fyri teimum gomlu, men eisini sum arbeiðsfelagi. og álitiskvinna. Sum álitiskvinna ? og nøkur ár sum nevndarlimur í sjúkrahjálparafelagnum ? hevði hon sínar avgjørdu meiningar og tordi ? sum í øllum lívsviðurskiftum ? at stíga fram og siga sína ærligu meining ? og so var tað annars líkamikið hvønn tað var, hon tosaði við. Hon tosaði á sama hátt við høg sum við lág og hon hevði virðing og respekt fyri øllum menniskjum, sum tey nú einaferð vóru, men hon tordi eisini at vera ósamd við tey. Í politiskum spurningum var hon altíð solidarisk við teim minni mentu.

Ofta undraði eg meg yvir hennara eldhuga og talugávur, tá ið tað snúði seg um okkurt sosialt ella politiskt mál, sum hon vildi verja. Snúði tað seg um okkurt órættvísi, so vísti hennara sosiala medvit og áræði seg í hvassorðaðum og beinraknum meiningum. Við hvørt hevði hon lyndi til at lýsa viðurskiftini minni fjøltáttað og meira svart/hvítt, men tað var ikki altíð ein veikleiki. -

Umframt at vera ein sterk persónligheit var hon eisini eitt elskuligt menniskja. Blíð, hjartalig og tolin. Hon hevði tann sjáldsama eginleikan veruliga at lurta eftir tí, tú segði. Smílið, ið hon kundi senda tær, hitaði heilt inn í hjartarøturnar.

Heimið hjá tykkum her í Keypmannahavn, í Fuglafirði, á Kambsdali og síðst í Thorsager og Følle Strand var altíð opið við miklum gestablídni, hugna, tónleiki og kæti. Serliga á Kambsdali setti heim tykkara dám á bygdalívið og var ein miðdepil fyri samanhaldið bæði hjá vaksnum og børnum. Jónfríð dugdi so væl at skapa hugna bæði handaliga og andaliga og hevði altíð góða tíð til onnur ? ikki minst til børnini. Hon var í essinum, tá ið hon hevði børn rundan um seg, og tað hendi ofta, meðan vit enn høvdu smá børn, at hon skeyt upp, at okkum tørvaði at fara út til okkurt spennandi, sum fór fram í býnum ? so slapp hon at vera barnagenta. Stokkarnir vóru altíð frammi, og tað var ikki smávegis, ið hon gjøgnum árini, umframt til síni egnu børn, bant til børnini hjá systkjum, systkinabørnum, svigarindum, svágrum og øðrum.

? ? ?

Lagdir eru stokkar og tagnað er røddin, sum ljómaði so vakurt á nýggjárinum, tá ið vit seinast vóru saman og sungu fýraraddað fyri okkara gestum. Eitt stórt menniskja er rivið burtur frá okkum uppá ein so syndarligan hátt, har lívsstrongurin við eitt og uttan ávaring var kvettur, so ein ikki so mikið sum fekk loyvi til at siga farvæl.

Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur: Tú kanst ikki forða sorganna fuglum í at vera á flogi yvir høvur tínum, men tú kanst forða teimum í at reiðrast í hári tínum.

Eg vóni at øll, sum stóðu Jónfríð næst, fyrst og fremst Jógvan, Beinta, Pauli og Jákup, foreldrini Palli og Alica og systkini Delmar, Mortan og Sólfríð ? at tit kunnu finna ugga í teimum góðu minnunum, tit hava um hana, soleiðis at saknurin og sorgin sum frá líður linna og verða til ein vakran minnisvarða í hugaheimi tykkara.

Elskaða Jónfríð, takk fyri alt!

Heiðrað veri minnið.