Fáa betri hýrur við at fiska við tvítroli

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur lagt fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum gevur loyvi at brúka tvítrol til fiskiskap undir Føroyum.

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Fólkafloksins, hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið

Jørgen Niclasen vísir á, at í meira enn trý ár hevur partur av trolaraflotanum undir Føroyum trýst á fyri at fáa loyvi at fiska við tvítroli.

 

– Í september mánaði í fjør segði táverandi landsstýrimaðurin í fiskivinnumálum fyri Løgtinginum, sum svar uppá munnligan fyrispurning, at tá frágreiðing frá royndini í fjørvetur var komin, varð avgerð tikin. Frágreiðing varð latin frá reiðarínum 12. februar í ár. Havstovan hevur í apríl í ár eisini latið inn frágreiðing. Men enn bíðar vinnan.

 

Tvítrol er loyvt í øllum okkara grannalondum, og fleiri av føroysku skipunum, sum fiska har, brúka tvítrol, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir á, at gfyrimunurin við tvítroli er eyðsýndur. Fíggjarliga loysir tað seg betur fyri skipið hvønn fiskidag, og hýrurnar kunnu kvinka uppeftir; nakað sum er hart tiltrongt fyri heimaflotan. Heimaflotin hevur ikki havt tað lætt seinnu árini.

 

– Skal tvítrol loyvast undir okkara fiskidagskipan, er bert neyðugt at gera eina umrokning sum merkir, at ein fiskidagur við tvítroli telur meira enn fiskidagur við lemma- ella partroli. Logikkur burdi sagt, at tvey trol ikki kunnu fiska meira enn tvífalt so nógv sum eitt trol, sigur hann.

 

Til at lýsa hetta, vórðu royndir gjørdar seinasta vetur. Royndir vórðu gjørdar bæði við tvítroli og lemmatroli á somu leið um somu tíð. Royndirnar vórðu gjørdar á svartkalvaveiðu eystan fyri Føroyar og á toskaveiðu á Íslandsrygginum.

 

Frágreiðingar frá hesum royndum eru gjørdar bæði av reiðarínum og av Havstovuni, sum var við í royndunum.

 

Hesar frágreiðingar liggja við hesum uppskoti sum fylgiskjøl.

 

Frágreiðingin frá Havstovuni sigur m.a. í niðurstøðuni, at royndirnar vístu, at tvítrolið fiskaði millum 70 og 80% meira enn lemmatrolið. Hetta var galdandi fyri bæði toska- og svartkalvatúrar.

 

– Havstovan hevur sjálvandi okkurt fyrivarni. Men tað tykist óneyðugt, tí fiskidagarnir verða jú á hvørjum ári reguleraðir. Tað verður gjørt eftir, at Havstovan hevur mett um stovnin og veiðitrýstið, sigur Jørgen Niclasen.

 

Í frágreiðing frá reiðarínum verður víst á, at oljunýtslan var 27% minni fyri hvørt fiskað kilo av svartkalva við tvítroli enn við lemmatroli. Oljunýtslan á toskaveiðu á Íslandsrygginum var 16% minni fyri hvørt fiskað kilo av toski við tvítroli enn við lemmatroli.

 

Fyri at hava somu fiskiorku undir Føroyum er tí bert neyðugt at regulera fiskidagarnar tilsvarandi.

 

T. e., at ein fiskidagur við tvítroli telur tilsvarandi meira enn ein fiskidagur við lemmatroli. Fordømi er við sokallaða ringinum, t.e. fiskiskapur á landgrunninum og á ytru leið. Har er umrokning galdandi.

 

– Føroyar vilja framburð. Tí eigur tað at vera ein sjálvfylgja at loyva vinnuni at brúka minni orku og færri dagar at fáa somu nøgd av fiski úr sjónum, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar, sum hann hevur lagt fyri tingið.

 

 

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Fólkafloksins, hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið