Framsýning við jólaborðum í Rótini í Klaksvík

Forvitnisliga framsýningin er eitt samstarv millum Norðoya Kunningarstovu og Rótina

Sunnudagin hin 7. desember klokkan 15 letur ein forvitnislig framsýning við jólaborðum upp í Rótini í Klaksvík.

 

- Dámar tær væl eitt vældekkað borð, og dámar tær væl at fáa íblástur til flotta jólaborðið, so er hetta framsýningin fyri teg.

 

Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi hjá Norðoya Kunningarstovu.

 

Í Rótini verða ein framsýning, har kvinnur úr Norðoyggjum geva sítt boð upp á ársins flotta jólaborð.

 

Lagt verður aftrat, at Magni Huusgaard fer at spæla hugnaligar jólatónar.   

 

Framsýningin í Rótini í Klaksvík, sum er ókeypis, er opin soleiðis:

 07. des. kl. 15–18

13. des. kl. 14–18

14. des. kl. 14–18

20. des. kl. 14-18

21. des. kl. 14–18

 

Lagt verður aftrat, at framsýningin er eitt samstarv millum Norðoya Kunningarstovu og Rótina.