Minningarorð um Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørð

Jákup Oluf var borin í heim 22. Des. 1916 - Niðri á Lakjuni. Hann vaks upp á Gjógvaragarði. Sandurin var so nær við, so sigast kann, at aldurnar ruraðu hann í blund, teskaðu honum fyrstu ljóðini inn í oyrað um havið og tess lótir.Ikki kann annað sigast enn, at her var eitt gott samfelag at vaksa upp í. Ljóðini vóru sum í bygdum flest, fólk gingu út og inn, hurðarnar ríktu á leikindunum og lágmælt fólk talaðu sínamillum. Dunnur og høns gingu niðri á Oyruni millum spælandi børn. Neystini vóru tætt við og goymdu at róðrarbátum. Summir stóðu inni, aðrir í vørðsluni og aðrir á dráttinum, og góðveðursdagar lógu ikki so fáir fyri íla. Teir, sum gingu oman á Sandin løgdu frá landi her og fóru út í fjørðin. Her var Jákup Oluf og fleiri við honum tiknir við á dyrgingarferðir, at liggja fyri ráki, út á Pollin at liggja við plinkar, á Stapan, á Rílin og út á Norðh

avið.

Jákup Oluf stóð á Sandinum og eygleiddi. Eyguni rukku ikki longur enn norður á Ennið, so fóru bátarnir afturundir. Men hugurin og flogið, fóru so langt sum tankin rakk, og onkuntíð var hann við t. d. Úti undir Eið at seta eina reyðfiskalínu. Nú sást norður í Djúpini. Tann vegin varð kósin sett, tá hann taldist millum menn.

Ein dag raknaði ein dreingjarødd í barmi hansara og teskaði honum blíð orð í oyrað, um at fara avstað. Hann legði til brots og gjørdist ein havsins sonur við vøggugávu úr aldudrátti av Sandinum. Um sjóferðir hansara kanst tú lesa um í bókunum Ólavur Halgi og Føroya Siglingarsøgu.

Jákup Oluf var raskur og dugnaligur. Rokutur og hevði hann gott árræði. Mangan var havt á lofti, at hann var stórsti skattgjaldari øll míni dreingjaár í bygdini. Tað var bara Emma, læknin, sum hevði nøkur oyru fleiri enn Jákup Oluf.

Hann var bygdamaður burtur av. Eg hugsi eisini, at hann var sera góður við bygd okkara og lat ikki alt fara aftur við borðinum, sum førkaði bygdina nærri skuggasíðuni bæði tá ið tað galt andaliga røkt og tímiliga røkt.. Hann var stjóri á Vónini, men hann var eisini alla somlu tíðina skipari, sjómaður, vinnulívsmaður og veiðimaður.

Jákup Oluf kom úr smáum korum og visti hvat galt. Faðirin fall frá, tá ið hann mentist til mans. Hann var tann, sum nú gjørdi manslít og legði lunnar undir mannaferð sína gjøgnum hetta tóma rúmið, sum vit øll fara gjøgnum við árini frá Guði og monnum-, foreldrum, systkjum, konu, og børnum.

Góð var tann lunnbót, ið hann gav systkjum sínum og mammuni eftir deyða faðir síns

Tá ið fólk fer um tað síðstu sýnuna í bygdini, kenst tað tómligt, og eru mong farin av Gjógvaragarði tey síðstu árini, sum myndað hava tún og húsaveggir í hesum parti av bygdini . Sjóið frá hesum fólkum rennur mangan fram fyri teg. Har ímillum er mynd av einum sjómanni, skipara og vinnilívsmanni., Jákup Oluf á Lakjuni.

Jákup Oluf var prædikumaður. Hann bar ikki torskyldar meiningar fram um tað livandi orðið, men einkult, fast og djarft. Her kendi tú ongan iva og onga bivan um tað, sum sagt varð, men her var greið og rámandi tala.

Var eitt av okkara bygdafólkum borið út, var hann og fylgdi. Tað er síðsti heiður, ið sýnast kann einum menniskja, og her stóð hann og tók í hondina á teimum, sum syrgdu .

Jákup Oluf var ein bygdamynd og andaðist 4. Des. í fjør. Faðir og Jákup Oluf vóru sera væl, og sigldu teir saman fleiri ár við Ólavi Halga, hann sum skipari og faðir sum stýrimaður. Nú liggja teir og hvíla millum mangar skipsfelagar um Heygar og bíða til rópt verður úr skýgloprum: Hála!

Friður veri við minninum um Jákup Oluf.


Frits