Herluf var ættaður við Kirkjar í Miðvági, men giftist til Sørvágs við Lis Williams-dóttir. Tey fingu tríggjar synir saman, og eru teir vaksnir nú og eru til skips. Herluf og Lis bygdu hús saman uppi á Mýrum, og er tað sera vakurt at búgva har serliga um summarið, tá ið heiðafuglurin letur.
Herluf vaks annars upp við Kirkjar og vóru vit grannar. Hann var sera fryntligur maður og stuttligur við, og høvdu vit vinasamband saman alt lívið. Vit spældu á sandinum, sparkaðu fótbólt og vóru úti á Dali og Nýpuni. Har slitu vit okkara barnaskógvar. Herluf var góður við alt livandi, og høvdu vit likkuungar og krákuungar, sum vit fóðraðu og aldu upp. Herluf plagdi at ganga á fjall, serliga í Nýpuni, har pápi hansara røktaði. Alt var so gott, og alt sá so ljóst út. Vit vuksu til mans og fóru til skips. Herluf sigldi sum kokkur við Vesturleika í fleiri ár, og nógv ár var hann við Brestir. Hann var álitismaður, og tú visti, hvar tú hevði hann. Herluf var eisini væl dámdur av skipsfeløgum sínum. Minnini um Herluf, mín góða vin, eru góð, og eg dugi ikki at fata, at hann ikki er millum okkum meir.
Tað, sum hendi, var, at Herluf brádliga gjørdist álvarsama sjúkur, og doyði hann eftir stutta sjúkralegu, ja, vit kunnu siga, í bestu árum. Stórur var skarin, sum fylgdi honum út á kirkjugarðin í Sørvági. Tað tynnist í vinaskara. Nú eg skrivi hesi minningarorð, hugsi eg um, hvussu stutt lívið í grundini er. Lívsleiðin kann brátt vera at enda komin. Eg hugsi um barnaárini við Kirkjar, tá vit sum óvitar spældu saman og høvdu manga hugnaliga løtuna saman eisini sum hálvvaksnir.
Mínir tankar leita í hesi løtu til Lis og synirnar, sum so brádliga mistu mann og pápa. Eisini leita tankar mínir til Herdis, hansara gomlu mammu, sum býr á Sýnini í Miðvági. Tit hava mist nógv, og vit hava eisini mist. Familjan varð fyri stuttum rakt, tá ið ein bróðursonur Herluf doyði. Alt hetta ger lívið torført, og vit hava ilt við at koma yvir sorgina. Men lívið heldur fram, og vit skulu víðari, soleiðis er lívið bara.
Bøn mín er, at Harrin má signa tykkum øll og fylgja tykkum og okkum inn í framtíðina. Hann, ið øllum ræður, signi tykkum og gevi tykkum dirvi til at liva víðari við góðu minnunum, sum vit øll hava eftir Herluf.
Ærað veri minnið um Herluf, mín góða vin!
-----
Finnbjørn