Mortensen er framvegis plágaður av skaðanum, sum hann fekk Kristi himmalferðardag, tá liðini hjá ÍF í 1. og 3. deild spældu innanhýsis venjingardyst. Nýggir í hópinum eru Bogi Nón og so Bárður á Lakjuni, sum [...] sumbingunum í dag. Í fjør fekk HB ein skarpan gang á Krossinum, og teir kendu seg hepnar at vinna 2-1. Tað var annars í sama dystinum, at Mortan úr Hørg kom illa fyri og endaði á landssjúkrahúsinum. Sumba
saman við teimum 16 undirvísingartímunum hevur lærarin 24,76 tímar. Av tí at 21,2 er skyldugt tímatal eigur lærarin sostatt 3,56 tímar útgoldnar sum yvirtíð. Góðar 500 krónur um tíman Lønardeildin í Fígg [...] gjald upp á 10 prosent íroknað. Skylduga undirvísingartalið hjá einum fulltíðarsettum lærara er 21,2 tímar um vikuna. Tímatalið er samansett av 45 undirvísingarminuttum og fríkorteri uppá 10 minuttir. [...] eitt nú fyri at rætta uppgávur, og tað merkir, at veruliga undirvísingartímatalið er væl lægri enn 21,2 sum vit nevndu frammanfyri. Sum dømi verður nevndur ein lærari, sum hevur tveir flokkar í alisfrøði
fjør fiskaðu vit 3.475 tons av øðrum fiskasløgum og tey vóru avreidd fyri 42,3 milliónir. Men í ár hava vit fiskað 3.077 tons av øðrum fiskasløgum og avreiðingarvirðið av tí var 37,3 milliónir. Sostatt [...] fiskaðu vit hinvegin 23.285 tons, sum vórðu avreidd fyri 235,5 milliónir. Sostatt fiskaðu vit alt í ár 2.930 tons færri tann fyrsta ársfjórðing í ár afturímóti somu tíð í fjør. Avreiðingarvirðið fyrsta ársfjórðing [...] í fjør. Og avvreiðingarvirðið er fallið enn meiri, heili 56%. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu vit 1.889 tons av kongafiski, sum vit avreiddu fyri 19,7 milliónir, men í ár hava vit ikki fiska meiri enn
skiftingarrúmið áðrenn tíð vegna dómaraboð bæði í fjør og í ár. Í 1998 var Jan Dam útvístir í 1.halvleiki í 2-3 tapinum hjá HB ímóti B36, meðan »Bibi« fekk reytt inni á Svangaskarði, har sumbingar máttu lúta [...] skorað trý ella fleiri mál í einum 1. deildardysti í Føroyum. Tað hendi í steypakappingini og í 2. deild (í hesum sambandi kunnu nevnast fleiri útlendingar), men ikki í 1. deild, í hvussu er ikki í nítiárunum [...] tað minsta fólkagrundarlagið í 1. deild, men aftaná 5 umfør er støðan tann, at Sumba og B71 hava brúkt fleiri spælarar enn hini feløgini, nevniliga tjúgu. Fýra venjarar í 1. deild hava givið bert sekstan
2. deild KÍ-TB 3-2 (1-0) Tá tað ræður um fótbóltin, var hvítusunnan soltin hjá tvørámonnum. Leygardagin vóru teir í Klaksvík og spældu móti teimum næstbestu hjá KÍ, og TBararnir fóru tómhentir suður aftur [...] var høgru megin á miðvøllinum, minkaði um munin við góðum langskoti, og Dan Mortensen javnaði til 2-2, eftir at hann við eitt tvey samanspæli var komin leysur í brotsteiginum. Og so ætlaði TB sær at vinna [...] aftur. Annar av álopsmonnunum hjá KÍ, Helmar Lassen, setti hol á í 1. hálvleiki. Eftir horna úr vinstru fekk bólturin loyvi at sigla framvið málinum, og við handara stólpan stóð álopsmaðurin og setti høvdið
vunnið tey trý stigini er einki at ivast í. ÍF-B68 2-4 (0-2) 0-1: Marcelo 11 0-2: Marcelo 43 0-3: Sjálvmál 69 0-4: Marcelo 75 1-4: Eyðun Samuelsen 84 2-4: Robert Cieslewicz 86 ÍF: Erling Joensen ? Eyðolvur [...] mong í Fuglafirði, sum tey onkuntíð hava verið, ið fylgja við ÍF). Toftamenn vunnu hvítusunnuaftan 4-2 í Fuglafirði. Teir vóru á odda 4-0, tá bara fimm minuttir vóru eftir, og harvið vóru teir væl á veg [...] hetta er so sera týðandi, um góð úrslit skulu spyrjast burturúr umfar omaná umfar. B68 var á odda 2-0, tá tað var hálvleikt, og fyrstu minuttirnar í seinna umfarinum royndi heimaliðið at koma afturíaftur
2. deild NSÍ-Skála 3-1 (3-0) Á Skála hava teir ikki so ógvuliga breiðan hóp, og tá onkrir vóru á U-18 landsliðnum í hondbólti, og onkur gekk skaddur uttanfyri, so tóktist sum um tað væl merktist á fyr [...] Ungi maðurin hevur verið skaddur eitt skifti, og tí hevur hann hesar síðstu vikurnar ikki verið í 1. deild, men við avrikunum, sum hann framdi í vikuskiftinum, í huga, so verður tað neyvan leingi, til [...] Hesa ferðina sendi hann við høvdinum hornasparksinnlegg úr vinstru og í kassan. Petur Hammer økti til 3-0 eina lítla løtu undan steðginum. Eitt hornasparksinnlegg úr høgru varð snittað víðari, og miðvallarin
Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen ? hildu vágbingarnar í stuttum tjóðri. VB - B36 1-1 (1-1) 1-0: Jón Gærdbo 5 1-1: John Petersen 16 VB: Bjarni Johansen ? Marner Richardt, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen [...] høvdu tískil góðan møguleika at javna til 2-2. Teir brendu brotssparkið, mistu harvið møguleikan fyri týdningarmiklum máli á útivølli, og í staðin økti B36 til 3-1. Setningurin hjá B36 monnunum var fyrst [...] B36 er komið í fyrstu steypafinaluna síðani 1991. Eftir seinnu semifinaluna í Vági 2. hvítusunnudag kann staðfestast, at tað var Kristi himmalferðardag, at avgerðin um finaluplássið fall. Tá var VB í Gundadali
at tá hava liðini gloymt alt um steypakappingina fyri eina tíð? HB - KÍ1-2 (1-1) 1-0: Magni á Lakjuni 36 1-1: Kurt Mørkøre 45 1-2: Kurt Mørkøre 88 HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans Fróði Hansen [...] ómøgulig. Tað fingu teir váttað fyri einari viku síðani, tá NSÍ vann 3-1 í Gundadali, og tað endaði eisini við, at klaksvíkingar vunnu 2-1. Sostatt komu teir í finaluna, meðan HB aðru ferð á rað tapti á heimavølli [...] kort: Rógvi Jacobsen 80, Marek Wierzbicki 89 Dómari: Bergur Magnussen (Streymur) KÍ víðari í finaluna 2-2 samanlagt vegna fleiri mál skorað á útivølli
landskappingardystir á vøllinum, og úrslitini hava verið 3-2 móti HB, 3-2 móti KÍ, 7-2 móti ÍF, 2-0 móti NSÍ, 8-2 móti VB, og í ár 4-2 móti ÍF og nú 6-1 móti B71! Í summum av hesum dystunum hevur tað verið [...] móti grannunum úr HB. B36-B71 6-1 (4-0) 1-0: Øssur Hansen 19 2-0: John Petersen 21 3-0: John Petersen 29 4-0: Jákup á Borg 34 5-0: John Petersen 55 5-1: Rúni í Soylu 62 6-1: Jákup á Borg 81 br. B36: Janos [...] Øssuri Hansen, men so gekk skjótt, og í hálvleikinum var 4-0 til B36. John Petersen skoraði til 2-0 og 3-0, áðrenn Jákup á Borg slapp við í málskjótingina. John Petersen økti til 5-0, áðrenn B71 slapp