B36 er komið í fyrstu steypafinaluna síðani 1991. Eftir seinnu semifinaluna í Vági 2. hvítusunnudag kann staðfestast, at tað var Kristi himmalferðardag, at avgerðin um finaluplássið fall. Tá var VB í Gundadali, og tá fingu teir brotsspark og høvdu tískil góðan møguleika at javna til 2-2. Teir brendu brotssparkið, mistu harvið møguleikan fyri týdningarmiklum máli á útivølli, og í staðin økti B36 til 3-1.
Setningurin hjá B36 monnunum var fyrst og fremst at verja um ta leiðsluna, tá teir komu á Vágseið, og í síðsta enda eydnaðist tað væl og virðiliga. Liðini fingu eitt mál í part í fyrra hálvleiki, og sum seinna umfarið leið var týðuligt, at Tomislav Sivic, sum hesa ferð var við á framrættaða miðvallarplássinum alla tíðina, styrkti um verjupartin. Øssur Hansen, Jákup á Borg og Carl Høgnesen vórðu tiknir út, og Dánjal P. Johansen, Egil Zachariasen og Bjarni Prior vórðu settir inn, og teir í B36 tóku sær eingi óráð fyri.
Løgdu harðliga fyri
Vágbingar kendu fyritreytirnar, og teir spentu frá fyrsta bríksli bogan høgt. Teir høvdu vindin undan, og teir fingu hol á longu tá fýra minuttir vóru farnir. Jón Gærdbo fekk eina sending uppá tvørs úr vinstru, og við ytru síðuni á fótinum smekkaði hann ein fínan dúkkara upp um B36 málverjan, og tað sang í meskunum.
Og næstu minuttirnar vóru fleiri støður, har tað var um reppið, at VB fekk mál og harvið kundi nærkast finaluplássi. Milan Culjic var leysur í brotsteiginum, men bólturin lá til kalda høgra beinið, og Dan Djurhuus var eisini leysur í brotsteiginum, men skotroyndin var ikki nóg neyv.
John Petersen var sum ikki eina ferð høvuðsmaður aftanfyri B36 málið, sum í roynd og veru tók allan spenningin burtur. Men vágbingarnir vóru óhepnir. Skotið hjá B36 manninum tók í fótin á Eyðuni Jacobsen og sigldi í einum boga omanfyri Bjarna Johansen og í netið.
Í 2. hálvleiki var fyri tað mesta talan um kríggj um miðvøllin. Hóast VB flutti fólkið langt fram í vónini um, at tað skuldi eydnast at trýsta eitt mál ígjøgnum og harvið kroysta B36, so var ongantíð talan um, at hóttanin skuldi gerast til veruleika. Miðverjarnir hjá B36 ? teir rutineraðu Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen ? hildu vágbingarnar í stuttum tjóðri.
VB - B36 1-1 (1-1)
1-0: Jón Gærdbo 5
1-1: John Petersen 16
VB: Bjarni Johansen ? Marner Richardt, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, liðskipari, Magni Jacobsen ? Jón Gærdbo, Dan Djurhuus, Tórður Holm, Milan Culjic ? Krzystof Popczynski, Jón Pauli Olsen
Gult kort: Eingin
B36: Janos Timar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, liðskipari, Ninoslav Milankovic ? Jákup á Borg (Egil Zachariassen, 64), Jan Guttesen, Tomislav Sivic, Øssur Hansen (Dánjal Petur Johansen, 60) ? Carl H. Høgnesen (Bjarni Prior, 53), John Petersen
Gult kort: Eingin
Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)
B36 víðari í finaluna 4-2 samanlagt