Hægsta lønin er omanfyri 40 túsund um mánaðin

Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum hevur almannakunngjørt hagtøl, sum vísa, at miðalønin hjá Yrkislærarunum er knappar 30 túsund krónur, og hægsta lønin er omanfyri 40 túsund krónur um mánaðin

Um hagtølini hjá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum eru røtt, so er synd at siga, at limirnir í Yrkisfelagnum eru í trongum skóm.

Um tað er í sambandi við sáttmálasamráðingarnar ella um tað er av tilvild skulu vit ikki siga, men lønardeildin hevur í hesum døgum almannakunngjørt nøkur hagtøl um limirnar í Yrkisfelagnum.

Hesi hagtøl vísa at meðallønin fyri limirnar í Yrkisfelagnum er beint undir 30 túsund krónur, og at tann lærararin, sum forvinnur mest fær góðar 40 túsund krónur um mánaðin

Byrjunarlønin er um 20.900 krónur og endalønin er góðar 29 túsund krónur. Í hesum tølum er arbeiðsgevarans eftirlønargjald upp á 10 prosent íroknað.

Skylduga undirvísingartalið hjá einum fulltíðarsettum lærara er 21,2 tímar um vikuna. Tímatalið er samansett av 45 undirvísingarminuttum og fríkorteri uppá 10 minuttir. Harafturat skal leggjast fyrireikingartíð og tað hevur við sær, at arbeiðstíðin kemur upp á 42tímar um vikuna við døgverðatímanum.

Í undirvísingartímatali er roknað ymiskir niðurskurðir, sum lærararnir fáa eitt nú fyri at rætta uppgávur, og tað merkir, at veruliga undirvísingartímatalið er væl lægri enn 21,2 sum vit nevndu frammanfyri.

Sum dømi verður nevndur ein lærari, sum hevur tveir flokkar í alisfrøði og í støddfrøði fýra tímar um vikuna, tað vil siga 16 tímar íalt. 20 næmingar eru í hvørjum flokki, og lærarin fær 0,1 tíma í niðurskurði fyri hvønn næming í alisfrøði og 0,119 tímar í støddfrøði, og talan er um fjøruti.

Samanlagt gevur niðurskurðurin 8,76 tímar og lagt saman við teimum 16 undirvísingartímunum hevur lærarin 24,76 tímar. Av tí at 21,2 er skyldugt tímatal eigur lærarin sostatt 3,56 tímar útgoldnar sum yvirtíð.


Góðar 500

krónur um tíman

Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum upplýsir eisini, at meðalundirvísingartímatalið fyri ein lærara í Hoydølum er 12,79 tímar og at yvirtímatalið í meðal er 2,60. Hetta gevur eitt tímatal í meðal upp á 15,39 tímar, og út frá tí kemur lønardeildin til, at meðaltímalønin hjá einum lærara í Hoydølum er 508 krónur um tíman.

Við skúlan í Suðuroy eru tølini ávikavist 12,33 undirvísingartímar og 5,87 yvirtímar. Hetta gevur eitt undirvísingartímatal uppá 18,20, og tað svarar til eina tímaløn upp á 477 krónur um tíman.

Eisini verður upplýst, at meiri enn helmingurin av læararunum í fullum starvi eru komnir á endalønina, sum er á 15. lønarstigi.

Til sammetingar kann sigast, at fíggjarmálaráðharrin forvinnur góðar 34.000 krónur um mánaðin og løgmaður okkurt um 37-38 túsund krónur um mánaðin.