Tað var ein føroyingauppgerð longu á fyrsta leikdegnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í Hekluhøllini í Garðabær tók Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum móti Vali við Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg á liðnum.
Dysturin endaði við 32-27 sigri til Val. Í steðginum var Valur á odda 14-10.
Jóhannes skoraði fimm mál fyri Stjörnuna, og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.
Allan skoraði fýra mál, og Bjarni skoraði eitt mál fyri Val.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram dyst á útivølli móti FH.