- Her eru sjúklingar allastaðni. Sjúkrahúsið hevur 340 sengur, men í dag eru 819 sjúklingar á sjúkrahúsinum, sigur Geir Stray Andreassen, lækni og ortopedur

Lækni í Gaza: Starvsfelagar eru næstan ókenniligir

- Nógvir starvsfelagar eru so klænir, at tað er ikki meira, enn tú kennur teir aftur, sigur norskur lækni og ortopedur, sum júst er komin aftur tll Gazageiran

 

- Her eru sjúklingar allastaðni. Sjúkrahúsið hevur 340 sengur, men í dag eru 819 sjúklingar á sjúkrahúsinum, sigur Geir Stray Andreassen, lækni og ortopedur

Í Norwacs Team, sum veitir hjálpararbeiði í Gazageiranum, eru ortopedurin, Geir Stray Andreassen, Odd Arild Ågedal, sum eisini er ortopedur og skurðsjúkrasystirin, Silvana Zuvela.

 

Tey komu til Gazageiran týsdagin í hesi vikuni og byrjaðu at arbeiða longu dagin eftir. Tey starvast øll á Nasser-sjúkrahúsinum í Khan Younis har suðuri í Gazageiranum.

 

- Nógvir starvsfelagar eru vorðnir so klænir, at teir næstan eru ókenniligir, sigur norski læknin og ortopedurin, Geir Stray Andreassen, sum stendur á odda fyri Norwac.

 

Hann vísir á, at fólk hava tikið ímóti teimum við opnum ørmum, nú tey eru aftur á sjúkrahúsinum.

 

- Her eru sjúklingar allastaðni. Sjúkrahúsið hevur 340 sengur, men í dag eru 819 sjúklingar á sjúkrahúsinum. 

 

Geir Stray Andreassen sigur, at fleiri sjúklingar liggja á madrassum á gongini, og í summum førum eru 2-3 sjúklingar í hvørjari song.

 

Hann vísir á, at støðan við útgerð á sjúkrahúsinum er vánalig, og her vantar tað mesta.

 

Ætlanin er, veit www.tv2.no at siga, at norsku heilsustarvsfólkini skulu starvast á Nasser-sjúkrahúsinum í tríggjar vikur, men hesa tíðina skulu tey eisini hjálpa til á øðrum sjúkrahúsum.

 

 

 

- Her eru sjúklingar allastaðni. Sjúkrahúsið hevur 340 sengur, men í dag eru 819 sjúklingar á sjúkrahúsinum, sigur Geir Stray Andreassen, lækni og ortopedur