Sävehof leikti javnt í fyrru áttandapartsfinaluni

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof fingu ikki besta útgangsstøðið til seinnu áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof leiktu í kvøld fyrru áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini.

 

Á heimavølli í Partille megnaði Sävehof bert javnleik 32-32 móti Malmö, ið ikki er tað besta útgangsstøðið til returdystin í Malmö komandi mikukvøld klokkan 18. Sävehof var annars frammanfyri 20-17 í steðginum. 

 

Ísak var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Sävehof. Sebastian Spante var við sjey málum toppskjútti hjá Sävehof.

 

Longu leygardagin klokkan 15.15 spælir Sävehof aftur móti Malmö í Partille. Tá er talan um seinna Play Off dystin í EHF European League um rættin at sleppa í bólkaspælið. Her hevur Sävehof eitt munandi betri útgangsstøðið. Fyrri dysturin í Malmö endaði við 33-24 (18-14) sigri til Ísak og liðfelagarnar.