VIDEO: Flott mál hjá Eliasi móti Wetzlar

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum THW Kiel-HSG Wetzlar 34-30 (16-15)

Mynd: THW Kiel

Mikukvøldið vann THW Kiel á heimavølli 34-30 (16-15) á HSG Wetzlar í heimadysti í bundesliguni.

 

Elias Ellefsen á Skipagøta skoraði seks mál fyri Kiel, og trý av teimum vóru somikið flott, at tey gjørdust partur av almenna samandráttinum frá dystinum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá heimasigrinum hjá THW Kiel. Njótið málini hjá nummar 71 hjá Kiel:

 

##med2##

 

Mynd: THW Kiel