Fiskiskapurin rapaður niðureftir higartil í ár

Fiskiskapurin eftir fleiri týðandi fiskasløgunum er munandi fallin higartil í ár. Ikki minst tykist toskur og kongafiskur at hava verið fyri einum rættiligum skrædli

Tað tykist, sum um at tey hava fingið rætt, sum hava tvíhildið um, at tann góði fiskiskapurin, sum hevur verið, fór ikki at halda sær.

Í øllum førum er fiskiskapurin eftir fleiri av teimum týðandi fiskasløgunum munandi versnaður seinastu tíðina.

Sosialurin hevur fingið innlit í tey nýggjastu hagtølini yvir fiskiskapin hjá feskfiskaflotanum og tey geva ikki nakra ljósa mynd av støðuni.

Tí tølini vísa, at fyrsta ársfjórðing í ár er fiskiskapurin minkaður 13% í nøgd afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Men tíbetur er kiloprísurin á fleiri fiskasløgum væl hægri hendan fyrsta ársfjórðingin í ár enn hann var sama tíðarskeið í fjør.

So hóast fiskiskapurin er minkaður 13% fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti sama tíðarskeiðið í fjør , er avreiðingarvirðið ?bara? fallið 4% hetta sama tíðarskeiðið.

Tølini siga okkum, at fyrsta ársfjórðing í ár fiskaðu vit 20.355 tons, sum vórðu avreidd fyri 226,7 milliónir.

Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu vit hinvegin 23.285 tons, sum vórðu avreidd fyri 235,5 milliónir.

Sostatt fiskaðu vit alt í ár 2.930 tons færri tann fyrsta ársfjórðing í ár afturímóti somu tíð í fjør.

Avreiðingarvirðið fyrsta ársfjórðing í ár var sostatt 8,8 milliónir lægri fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti sama tíðarskeiið í fjør.


Eitt rættiligt skrædl

Tølini vísa, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu fiskiskapurin eftir teimum ymsu fiskasløgunum hevur roynst.

Í hvussu so er kann sigast, at støðan viðvíkjandi toskinum, og ikki minst kongafiskinum, líkist einum rættiligum skrædlið.

Nýggjastu hagtølini vísa nevniliga, at fiskiskapurin eftir kongafiski er minkaður heili 50% í nøgd hendan fyrsta ársfjórðingin í ár, afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Og avvreiðingarvirðið er fallið enn meiri, heili 56%.

Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu vit 1.889 tons av kongafiski, sum vit avreiddu fyri 19,7 milliónir, men í ár hava vit ikki fiska meiri enn 936 tons av kongafiski, sum eru avreidd fyri 8,7 milliónir.

Sostatt er fiskiskapurin eftir kongafiski minkaður 953 tons fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti í fjør. Og avreiðingarvirðið er lækkað heilar 11,1% í sama tíðarskeiðið.

Støðan viðvíkjandi toskinum er næstan líka ring.

Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu vit 7.824 tons av toski fyri 90,9 milliónir, men í ár hava vit fiskað 5.600 tons fyri 80,2 milliónir.

Fyrsta ársfjórðing í ár er sostatt talan um eina minking í nøgdini av toski uppá 28% afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Í avreiðingarvirðið er talan um eina minking uppá 12%.

Gjørt um til vanlig tøl, hava vit fiskað heili 2.224 tons færri av toski hendan fyrsta ársfjórðingin í ár, afturímóti í fjør.

Men avreiðingarvirðið er heilar 10,7 milliónir lægri fyrsta ársfjórðing í ár.


Hýsan og upsin eru bjargingin

Tað, sum bjargar støðuni og ger, at tølini sum heild kortini ikki eru so døpur, sum toskurin og hýsan benda á, er, at fiskiskapurin eftir upsa er munandi batnaður, samstundis sum at prísurin á hýsu er munandi batnaður.

Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu vit t.d. 3.727 tons av upsa.

Avreiðingarvirðið av tí var 24,7 milliónir.

Fyrsta ársfjórðing í ár hava vit hinvegin fiskað 4.681 tons av upsa. Men avreiðingarvirðið av tí var 30,6 milliónir.

Sostatt er fiskiskapurin eftir upsa hækkaður 26% og avreiðingarvirðið er hækkað 24% fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti í fjør.

Hinvegin er fiskiskapurin eftir hýsu minkaður eitt vet fyrsta ársfjórðing í ár afturímóti í fjør, men prísurin hevur gjørt eitt ordiligt skarvslop.

Fyrsta ársfjórðing í ár minkaði fiskiskapurin eftir hýsu 5% afturímóti somu tíð í fjør, úr 6.370 tonsum í fjør, niður í 6.061 tons í ár.

Men avreiðingarvirðið á hýsuni fyrsta ársfjórðing í fjør var 57,8 milliónir, men fyrsta ársfjórðing í ár var avreiðingarvirðið komið upp á heilar 69,9 milliónir.

Av øðrum fiskasløgum hevur heldur ikki gingið av tí besta higartil í ár.

Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu vit 3.475 tons av øðrum fiskasløgum og tey vóru avreidd fyri 42,3 milliónir.

Men í ár hava vit fiskað 3.077 tons av øðrum fiskasløgum og avreiðingarvirðið av tí var 37,3 milliónir.

 

Sostatt fiskaðu vit 398 tons færri av øðrum fiskasløgum og fyri tað fingu vit 5 milliónir færri.

Sostatt er nøgdin av øðrum fiskasløgum minkað 11% og avreiðingarvirðið er lækkað 12%.

Sum sagt er tað avreiðingarvirðið, sum hevur bjargað støðuni í mongum førum.

Tað sæst aftur í hagtølunum yvir avreiðingarprísin fyri kilo.

Avreiðingarprísurin á toski var í miðal 11,62 kr. fyri kilo fyrsta ársfjórðing í fjør, men sama tíðarskeið í ár hevur hann verið 14,32 kr. fyri kilo

Avreiðingarprísurin á hýsu var 9,07 kr. fyri kilo fyrsta ársfjórðing í fjør, men fyrsta ársfjórðing í ár var 11,54 kr.

Hinvegin er prísurin á upsa fallin úr 6,64 kr. fyri kilo fyrsta ársfjórðing í fjør, niður í 6,53 kr. fyri kilo í ár.

Prísurin á kongafiski er eisini fallin frá 10,45 kr. fyri kilo, fyrsta ársfjórðing í fjør, niður í 9,25 krónur fyri kilo fyrsta ársfjórðingin í ár, vísa tey feskastu hagtølini.