Í fjør spældu HB og KÍ steypafinaluna, men tað hevur leingi verið greitt, at tað ikki bleiv nøkur endurtøka av hesi finaluni í ár.
Í staðin hittust hesi bæði liðini í hálvfinaluni, og HB var favorittur til at fara víðari.
Havnarliðið hevði vunnið 1-0 í fyrra dystinum í Klaksvík, og teir í KÍ vóru greiðir yvir, at uppgávan í seinna dystinum fór at verða trupul ? men ikki ómøgulig. Tað fingu teir váttað fyri einari viku síðani, tá NSÍ vann 3-1 í Gundadali, og tað endaði eisini við, at klaksvíkingar vunnu 2-1. Sostatt komu teir í finaluna, meðan HB aðru ferð á rað tapti á heimavølli.
Tað var annars ikki nógv, sum bendi tann vegin í fyrra hálvleiki. Trýstið var á KÍ, og tað vóru eisini teir, sum løgdu trýst á langt uppi á vøllinum. Men síðani gjørdu teir nakrar broytingar í uppstillingini, og HB kom meira við.
Tað kom illa við hjá HB, at Allan Mørkøre noyddist at taka seg úr stríðnum heilt tíðliga í dystinum, tí hann hevði trupulleikar í lærkrikanum. Eyðun Højgaard kom inn fyri hann, og tað var eisini Eyðun, sum átti næstseinasta fót á málinum, sum gav HB leiðsluna.
Dysturin var eitt sindur meira enn hálvan tíma gamal, tá innskifti maðurin við eini klassiskari fintu, har hann leyp upp um bóltin við høgra beini og førdi hann víðari við vinstra, skapti sær pláss stutt uttanfyri KÍ-brotsteigin. Síðani stakk hann til Magna á Lakjuni, sum eftir eitt trekk kundi skora til 1-0.
Fram til tá hevði gingið javnt á, men nú bleiv tað HB, sum fekk tað fyrsta, týdningarmikla málið.
Kurt svaraði aftur
Men KÍ hevur Kurt Mørkøre. Dysturin leið móti hálvleiki, tá KÍ-liðskiparin fekk bóltin beint uttanfyri brotsteigin. Hann hevði ryggin til málið, men í eini knappari vending fekk hann skot á. Fyri HB-málverjan Bárð Johannesen kom skotið kanska eitt sindur óvæntað, men tað var væl plaserað, og hóast Bárður fekk hondina á, kundi hann ikki steðga bóltinum, sum endaði í netinum, og so hevði KÍ javnað beint áðrenn hálvleik. Sálarliga eitt skump í ryggin til klaksvíkingar, og málið hevði risastóran týdning fyri teir bláu norðoyingarnar.
Kolldømt
Seinni hálvleikur var bert fimm minuttir gamal, tá tað sá út til, at HB aftur hevði lagt seg á odda. Eftir innlegg úr vinstru endaði bólturin í málinum, og dómarin peikaði eisini út á miðjuna. Men klaksvíkingar vildu hava hann at tosa við linjuverjan, sum hevði sæð, at HB-arin slóg bóltin inn við hondini, og so varð málið kolldømt.
KÍ fekk ein hvøkk, men sum dysturin leið, trýstu teir spælið longri og longri oman á HB-hálvuna, samstundis sum heimaliðið datt longri aftur. Í ár telur reglan um flest skotin útimál, tá tað stendur á jøvnum samanlagt (tey telja ikki »dupult«, sum so nógv annars siga), og sostatt skuldi KÍ bert hava eitt mál fyri at røkka finaluni.
Men teir høvdu trupult við at skapa teir stóru kjansirnar. Bóltarnir blivu sum oftast oystir inn í HB-brotsteigin, og tað er krás fyri Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, meðan Bárður Johannesen hinvegin ikki sá alt ov tryggur út hvørja ferð hann kom út.
Og so var tað vandin fyri kontraálopunum. Súni Fríði hevði ein stútara eftir innlegg úr vinstru frá Jens Erik, sum endaði beint á málmanninum, og Magni á Lakjuni, sum fekk sera lítið burturúr í seinna hálvleiki, hevði ein risamøguleika fyri at leggja lok á, men púra einsamallur skeyt eisini hann beint á Stephen Boyle í KÍ-málinum.
Og so hendi tað, sum ikki mátti henda fyri HB. Klaksvíkingar kringsettu HB-brotsteigin í eini seinastu roynd at fáa altavgerandi málið, og tá klokkan vísti 44 minuttir, fingu teir løn fyri stríðið við einum rættiligum »pressmáli«. Bólturin bleiv enn einaferð sendur inn í brotsteigin, hesaferð eydnaðist tað ikki HB-verjuni at rudda upp, og so fekk altíð vandamikli Kurt Mørkøre skot á.
Nú var tað knappliga HB, sum hevði skund, men tað er næstan ógjørligt at umstilla seg so skjótt til treytaleysan álopsfótbólt, tá ein hevur spælt verjufótbólt so leingi, og KÍ sigurin kom ikki í vanda.
KÍ og B36 í finaluni
Summi høvdu vónað eina reina »havnarfinalu« millum HB og B36, men tað verður so ikki í ár. Hinvegin hava klaksvíkingar altíð dugað at skapt góðar karmar til steypafinalurnar, og roknast kann eisini við, at teir møta mannsterkir í Gundadali tann 4. juli, tá tað fyrsta Europa Cup plássið í ár skal avgerast. Og sum so var tað heldur ikki óuppiborið, at tað bleiv KÍ, sum fór avstað við finaluplássinum. HB-liðið hevur enn ikki rokkið somu hæddir sum í fjør, tá eingin stóð teimum kurl. Tvey heimatap á rað er ikki nøktandi, og tað verður meira enn bert heiður og æra, sum stendur upp á spæl komandi sunnudag, tá HB og B36 spæla landskappingardyst. Tá verður NSÍ norðoyastevnugestur hjá KÍ, so næsta umfar í landskappingini sær rættiliga áhugavert út. Og tað er eingin ivi um, at tá hava liðini gloymt alt um steypakappingina fyri eina tíð?
HB - KÍ1-2 (1-1)
1-0: Magni á Lakjuni 36
1-1: Kurt Mørkøre 45
1-2: Kurt Mørkøre 88
HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans Fróði Hansen, Hans á Lag, Jacob Eli Olsen (Bjarki Mohr, 68) ? Allan Mørkøre (Eyðun Højgaard, 19), Rúni Nolsøe, liðskipari, Jens Erik Rasmussen, John Heri Dam (Hallur Danielsen, 66) ? Magni á Lakjuni, Súni Fríði Johannesen
Gult kort: Eingin
KÍ: Stephen Boyle ? Andrzej Pacek, Jan Andreasen, John Hansen ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, Marek Wierzbicki ? Harley Bertholdsen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni
Gult kort: Rógvi Jacobsen 80, Marek Wierzbicki 89
Dómari: Bergur Magnussen (Streymur)
KÍ víðari í finaluna 2-2 samanlagt vegna fleiri mál skorað á útivølli