Tapið imóti NSÍ er fyrsti ósigurin hjá HB á heimavølli ímóti einum bygdafelag síðan 10. august 1997, tá vágbingar fóru úr Gundadali við øllum trimum stigunum. Akkurát sum í dystinum mánakvøldið skoraði HB í byrjanini ímóti VB, tá Uni Arge legði heimaliðið framum, men tvey mál hjá Jón Paula Olsen, hvørt í sínum hálvleiki, góvu suðuroyingum sigur. Tað tapið var tað einasta hjá HB í 1997, og í fjør taptu teir eisini bert eina ferð ? 2-3 ímóti grannunum úr B36.
Dómarar høvdu ógvuliga nógv at gera í hesum umfarinum. 23 gul kort vórðu givin, og tveir spælarar ? Jan Andreasen úr KÍ og Spasojé Biberdzic úr Sumba ? blivu útvístir. Í fjør vóru bert eina ferð so nógv gul kort í einum umfari (11. umfar), men tá sá bert ein leikari reytt. So sigast kann, at hetta umfarið gjørdist tað harðasta í rættiliga langa tíð.
Serliga nógv stríð var í botnuppgerðini heima á Sandi. Heimaliðið fekk fimm gul kort, meðan sumbingar fingu trý gul og eitt reytt. Birgir Sondum, ið verður mettur sum tann kanska strangasti dómarin í landinum, vísti níggju gul kort á Sandi. Í bert einum landskappingardysti í fjør vórðu so nógv kort givin (NSÍ 4 gul, TB 5 gul). Leggjast kann afturat, at hvørt einasta lið fekk í minsta lagi eitt gult kort. Tað hendi annars tvær ferðir í fjør. Heimaliðini fingu 11 gul kort tilsamans, meðan útiliðini fingu 12 gul umframt tey bæði reyðu kortini.
HB málmaðurin Bárður Johannesen læt trý mál inn ímóti NSÍ, og harvið gingu 276 minuttir í landskappingini, áðrenn nakar skoraði móti honum (seks dystir í lands- og steypakappingini). Hetta er betri enn tað besta í fjør, tá ið Kaj Leo Johannesen megnaði at halda búrið reint í 262 minuttir. Men jugoslaviski málverjin hjá NSÍ, Dejan Milanovic, ið ikki hevur latið nakað mál í kappingini, kann gott seta eitt nýtt met, tá hann spælir við næsta ferð.
Eins og Bárður Johannesen hevði Dejan 270 »málleysar« minuttir í kappingini, og jugoslavin misti missa dystin ímóti HB vegna skaða. Malið, ið eykamálmaðurin Ólavur Højgaard lat ígjøgnum, bleiv tað fyrsta ímóti runavíkingum í landskappingini.
Ikki fyrr enn í 4. umfari varð nakað mál skorað upp á brotsspark. Eli Hentze legði B71 framum ímóti Sumba í 1. hálvleiki, og toftamaðurin Jan Petersen minkaði um munin á Svangaskarði ímóti B36. Tvey brotsspørk vóru annars brend í teimum trimum fyrstu umførunum.
Kurt Mørkøre, ið skoraði aftur hesaferð og framvegis er ovast á málskjúttaralistanum, gjørdist tann fyrsti leikarin í ár, ið bleiv leikbannaður eftir at hava fingið trý gul kort.
Hetta er kanska ikki so løgið, tí Kurt ongantíð hevur verið millum teir »mjúkastu« leikararnar í Føroyum. Harafturat missa hansara liðfelagi, Jan Andreasen, og Spasojé Biberdzic úr Sumba eitt umfar vegna leikbann.