Tað var nógv upp og niður

Fótbóltur: Toftamenn vóru á veg móti stórsigri, men so var um reppið, at fuglfirðingar hóttu teir

Henda vikan verður lættari hjá teimum fótbóltsáhugaðu á Toftum ? og tey eru mong ? enn hon verður hjá teimum í Fuglafirði (skulu vit meta út frá áskoðarafjøldini leygardagin, so eru tey ikki so mong í Fuglafirði, sum tey onkuntíð hava verið, ið fylgja við ÍF).

Toftamenn vunnu hvítusunnuaftan 4-2 í Fuglafirði. Teir vóru á odda 4-0, tá bara fimm minuttir vóru eftir, og harvið vóru teir væl á veg at pjøssa heilt fitt um vánaliga málmunin, sum teir hava drigist við, síðani teir í fyrsta umfarinum taptu 5-0 í Klaksvík.

Men so fokuseraðu teir uppá at vinna uppaftur meiri. Teir skiftu fleiri spælarar út av liðnum, sum hevði havt góða rútmu, mest sum allir vóru grammir eftir at sleppa fram, verjuparturin varð ikki tikin í álvara síðstu løtuna, og tá álopsparið hjá ÍF ? Eyðun Samuelsen og Robert Cieslewicz, sum greitt er sterkasta ketan hjá fuglfirðingum ? fingu tíð og pláss, so takkaðu teir fyri og skoraðu eftir lítlari løtu eitt mál í part (fyrru ferðina rakti B68 málverjin ikki bóltin eftir langt útspark úr hinum endanum, og so var málið púra opið). Toftamenn vóru eitt sindur groggy, og kenslan breiddi seg av, at um ÍF hevði fingið eitt mál afturat beinanvegin, so kundu teir væl havt javnað.

At tað myndaðist soleiðis ber boð um, at hvørki av liðunum hevur dygdina at vera støðugt ? hetta er so sera týðandi, um góð úrslit skulu spyrjast burturúr umfar omaná umfar.

B68 var á odda 2-0, tá tað var hálvleikt, og fyrstu minuttirnar í seinna umfarinum royndi heimaliðið at koma afturíaftur. Tað var um reppið, at tað eydnaðist, men teir vóru óhepnir í avgerandi royndunum, m.a. tá Finn Mørk á strikuni bjargaði roynd frá Eyðuni Samuelsen og tá Chris Knight, ið avgjørt var besti maðurin hjá ÍF í verjupartinum, fór sjálvur, sneiddi fleiri mótstøðumenn av, men ikki fekk mál.


Brotnaði um tvøran

B68 økti til 3-0, tá seinna umfarið var tjúgu minuttir gamalt, og tjúgu minuttirnar frá tí málinum, og til teir høvdu økt til 4-0, kundu teir næstan gingið á vatninum. Brasiliumenninir dusaðu sær, toftamenn vístu góðan bóltførleika, spældu eitt tvey, yvirlappaðu í síðunum og høvdu fleiri møguleikar, men so eigur í sama andadrátti at verða lagt afturat, at ÍF ? um vit siga tað milt ? spældi ikki væl. Verjuparturin var sum eitt hol í jørðini, alt ov ofta mistu teir í uppspælinum, og tað sigur nakað um dygdina, at Bárður á Lakjuni, sum hevur vant millum lítið og einki, var millum teir mest eyðsýndu, tá hann eftir steðgin kom inn.

ÍF málverjin átti 3-0 málið. Messias sendi fríspark innfyri næstan frá baklinjuni í høgru, og Erling Joensen var so óheppin at boksa bóltin í meskarnar.

Marcelo, sum í alt fekk trý mál, skoraði til 4-0, tá eitt korter var eftir. Uppspæl í vinstru endaði við innleggi, Fróði Benjaminsen stútaði móti málinum, bólturin kom út frá aftur, og verjan hugdi at, meðan brasilski álopsmaðurin slapp at leggja seg afturav og senda í netið.


Órudduligt fyrra umfar

Í 1. hálvleiki, tá nógv mistøk vórðu gjørd, bólturin ov ofta varð sparkaður í staðin fyri at verða spældur, og einki síðuskift var í álopsmyndingini, gjørdi brasiliumaðurin tvey mál. Hitt fyrra fekk hann, tá tíggju minuttir vóru farnir. Høgt innlegg kom skrátt úr høgru, Fróði Benjaminsen og Marlon vunnu lyftdystir, og tá ÍF málverjin tøvdi eitt sindur, var Marcelo fyrstur á.

Seinna málið kom stutt undan steðginum og var harvið rættuliga avgerandi. Messias sendi horna úr høgru, verjan hjá ÍF svav, og Marcelo stútaði í kassan, og so tóktist tað bara vera ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða. Munurin kundi havt verið minni enn tvey mál, men B68 kundi eisini havt vunnið stórt. At teir kortini eru nøgdir við at hava vunnið tey trý stigini er einki at ivast í.


ÍF-B68 2-4 (0-2)

0-1: Marcelo 11

0-2: Marcelo 43

0-3: Sjálvmál 69

0-4: Marcelo 75

1-4: Eyðun Samuelsen 84

2-4: Robert Cieslewicz 86


ÍF: Erling Joensen ? Eyðolvur Petersen, Torstein Joensen, Chris Knight, Tomasz Przybilski, Høgni Hansen ? Áslakur R. Petersen. Viggo Johannesen, Rógvi Róin ? Robert Cieslwicz, Eyðun Samuelsen

B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Fróði Clementsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Marlon Jorge ? Messias Perreira, Sámal Erik Hentze, Fróði Benjaminsen ? Øssur Jacobsen, Marcelo Marcolino