TB ætlaði at vinna og so taptu teir

Fótbóltur, 2. deild: Tað gongur einki serligt hjá tvørámonnum, sum eisini taptu í Klaksvík

2. deild KÍ-TB 3-2 (1-0)

Tá tað ræður um fótbóltin, var hvítusunnan soltin hjá tvørámonnum. Leygardagin vóru teir í Klaksvík og spældu móti teimum næstbestu hjá KÍ, og TBararnir fóru tómhentir suður aftur.

Annar av álopsmonnunum hjá KÍ, Helmar Lassen, setti hol á í 1. hálvleiki. Eftir horna úr vinstru fekk bólturin loyvi at sigla framvið málinum, og við handara stólpan stóð álopsmaðurin og setti høvdið undir bóltin.

KÍ var betri fyri heilt leingi, teir høvdu eina røð av heilum og hálvum møguleikum, og tað var ikki óvæntað, tá teir á tímanum øktu til 2-0. Aftur hesa ferð var málskjúttin Helmar Lassen, sum kom leysur í brotsteiginum.

Tað er ikki so lítið sigandi um støðuna hjá TB, sum í løtuni ikki tykist hava førleikan at hugsa um skjóta uppflyting, at venjarin, Egil Steintórsson, sum jólaaftan fór um tey fýrati, metti tað fara at verða ein styrk, um hann setti seg sjálvan inn í álopið. Tað gjørdi hann so, tá støðan var 2-0, og tá kom lív í TB, sum tað, ið var eftir av tíðini, trýsti KÍ, ið hevði ilt við at finna út av, hvussu tað skuldi markerast, nú tvørámenn høvdu tríggjar spælarar heilt frammi. Eyðun Gullok Svalbard, sum var høgru megin á miðvøllinum, minkaði um munin við góðum langskoti, og Dan Mortensen javnaði til 2-2, eftir at hann við eitt tvey samanspæli var komin leysur í brotsteiginum.

Og so ætlaði TB sær at vinna. Óli Johannesen fór fram á miðvøllin, og Jón Tórður Holm fór á aftasta mann, og TB var onkra ferðina tætt við. Men so misti aftasti maður hjá teimum bóltin, eingin bakkaði upp, og Jóhan Lützen, sum var leysur í heilt spískum vinkli í høgru, sendi millum málverjan og stólpan. Tá var vanliga leiktíðin farin, og so vóru øll stigini í Klaksvík.