B36 aftur í málveitslu

Fótbóltur: Oddaliðið kom upp á 18 mál í fimm dystum, tá teir leygardagin vunnu 6-1 á B71. B36 hevur framvegis ikki tapt á nýggja graslíkinum í Gundadali

Tað tykist, sum um B36 trívist væl á nýggja graslíkinum á ovara vølli í Gundadali.

Síðani vøllurin varð tikin í nýtslu eftir summarsteðgin í fjør, hevur B36 spælt sjey landskappingardystir á vøllinum, og úrslitini hava verið 3-2 móti HB, 3-2 móti KÍ, 7-2 móti ÍF, 2-0 móti NSÍ, 8-2 móti VB, og í ár 4-2 móti ÍF og nú 6-1 móti B71!

Í summum av hesum dystunum hevur tað verið størri ivi um, hvønn veg sigurin fór, enn tað var leygardagin ? í bestu sjónvarpstíð ? tá B71 vitjaði.

Tað gingu umleið 20 minuttir, áðrenn heimaliðið fekk hol á við máli frá Øssuri Hansen, men so gekk skjótt, og í hálvleikinum var 4-0 til B36. John Petersen skoraði til 2-0 og 3-0, áðrenn Jákup á Borg slapp við í málskjótingina.

John Petersen økti til 5-0, áðrenn B71 slapp upp í part, men B36 fekk eisini síðsta orðið, tá Jákup á Borg setti eitt brotsspark í netið.

Sandoyingar vóru illa mannaðir við tað, at fleiri av stuðulsspælarunum í verjuni vóru burtur við skaða. Allin Simonsen, Petur Ritter, Bjørn Thorsteinsson og Hans Jørgen Djurhuus sótu allir uttanfyri, og tað merkti, at Páll á Reynatúgvu bleiv »grivin fram aftur« og settur á aftasta mann. Páll hevur einki vant í ár og hevur spælt ein dyst á 3. deild, so tað var einki at siga til, at sandoyingar fingu trupulleikar leygardagin. (Torbjørn Jensen byrjaði í álopinum móti Sumba, men bleiv skaddur og var heldur ikki við).

Hinvegin skal einki takast frá B36, sum vísti flótandi og skilagott spæl við at lata bóltin gera arbeiðið, so B71 menninir ofta runnu til fánýtis.

Serliga Carl Høgnesen, sum er komin sera væl frá byrjan í ár, voldi sandoyingum trupulleikar úti í høgra borði, og trý tey fyrstu málini komu eisini tann vegin.

Fjórða málið kom, tá ein sandoyingur spældi Jákup á Borg púra leysan.

Higartil í ár hevur størsti veikleikin hjá B36 verið at sæð í verjuni, har teir ikki altíð hava verið so nærlagdir, og tað var eisini eftir, at teir har afturi tóku sær av løttum, at Rúni í Soylu kundi minka um munin.

Málið fekk bert týdning fyri hagtølini, og sum heild var stórur munur á liðunum.

Ein stórsigur kundi væntast, og sigast má, at B36 longu nú hevur vunnið sær ein góðan málmun ? og eingin veit, hvønn týdning ein slíkur fær, tá kappingin er liðug.

Tað sama kann sigast fyri B71, sum nú hevur tapt fýra av fimm dystum, har av tveir ? móti NSÍ og B36 ? ruddiliga.

Dysturin í 6. umfari millum B71 og ÍF er fluttur frá 30. juni til 6. juli ? hvørki av liðunum er umboðað á landsliðnum ? og tað kemur væl við hjá sandoyingum, sum hava langan skaðalista, at fáa frí frá dysti í tvær vikur. Næsti dystur hjá B36 verður komandi sunnudag móti grannunum úr HB.


B36-B71 6-1 (4-0)

1-0: Øssur Hansen 19

2-0: John Petersen 21

3-0: John Petersen 29

4-0: Jákup á Borg 34

5-0: John Petersen 55

5-1: Rúni í Soylu 62

6-1: Jákup á Borg 81 br.

B36: Janos Timar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Ninoslav Milankovic, Carl Høgnesen, Tomislav Sivic, Jan Guttesen, Øssur Hansen ? Jákup á Borg, John Petersen.

B71: Waldemar Nowicki ? Bergleif Sólsker, Páll á Reynatúgvu, Kristian Nielsen ? Antines Magnussen, Rúni í Soylu, Iulian Florescu, Ivan Hristov, Kári Nielsen ? Eli Hentze.