Fuglafirði gongur væl. Bygningurin er reistur, og gongst sum ætlað, fer virkið at taka ímóti teirri fyrstu lastini fyrst í juli. Virkisbygningurin er 5.000 fermetrar, og virkið fer at kosta umleið 220 milliónir [...] Framherji og Christian í Grótinum eiga hvørt síni 30 prosent av felagnum, og tey seinastu 10 prosentini eiga ymsir íleggjarar í Fuglafirði. Verksmiðjan til nýggja virkið kemur úr Íslandi, og flakamaskinurnar [...] flakamaskinurnar eru svenskar og keyptar frá KJ Hydraulic á Kambsdali. Frystiorkan hjá virkinum verður umleið 600 tons um samdøgrið.
landgrunninum. Tey fiska serliga tosk og hýsu og fáa eisini nakað av longu og brosmu. - Vit rokna við, at eitt av skipunum kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni, og møguliga kemur okkurt skip eisini síðst [...] smáligur í løtuni. - Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini hampiligt. So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og toski, verður lagt aftrat.
num, og trý eru á Íslandsrygginum. - Skipini, sum eru á landgrunninum, fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipini á Íslandsrygginum fáa mest av toski, svartkalva, blálongu og nakað [...] nakað av lira. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey trý línuskip fyrst í hesi vikuni, og møguligt kemur okkurt línuskip aftrat inn at landa síðst í vikuni. - Streymurin harðnar, sum vikan gongur, men veðrið verður [...] verður hampiligt. Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.
borgarum minnir støðan ikki sørt um støðuna fyrst í 90 inum. Smyril Line má bjargast av Marsannu og Palleba, ringar tíðir í Klaksvík og Suðroy, har skip og flakavirkir hava givið upp ondina. Men sambært [...] trekkja seg, lata hurðina aftur og tiga, eiga vit í Føroyum at gera dalt av rúminum vit brádliga fáa. Í hesum døgum verður nógv spart, og mangan verður marknaðarføring og pr ikki raðfest serliga høgt.
nýggjar ferjur – ferju til Kalsoyarleiðina og ferju til Fugloyar- og Svínoyarleiðina. Ætlanin er at byggja Kalsoyarferjuna fyrst og síðan ferjuna til Fugloyar- og Svínoyarleiðina. [...] undir at gera forkanningar, skitsur og aðrar fyrireikingar. Síðan verður farið undir at prosjektera. Um nóg stór játtan fæst til endamálið, verður arbeiðið boðið út, og síðani kann nýbygging- in byrja
skýggjað og so líðandi møguleiki fyri regni. Hitin allan dagin umleið 5 stig og 5 til 10 m/s av landsynningi, sum seinni snarar í ein útsynning. Veðrið hósdagin Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig [...] fríggjadagin Fyrst ælaveður, seinni regn. Hitin millum 5 og 8 stig við 8 til 13 m/s av landsynningi, sum seinni snarar í ein útsynning Veðrið leygardagin Hann klárar í við ælaveðri. Hitin millum 5 og 8 stig
Sambært galdandi reglum og lógum, so skal løgmaður á ólavsøku halda eina røðu í tinginum og greiða frá støðu landisins og hvat sitandi stjórn ætlar at fremja í nýggja tingárinum, sum altso byrjar á ólavsøku [...] ólavsøku. Tað gjørdi løgmaður leygardagin og tingformaðurin hevur ásett tingfundir í dag og í morgin har ólavsøkurøðan verður viðgjørd Vanligt er at tingfólk viðgera politisku støðuna í landinum, men tey [...] sum løgmaður boðar frá, verða løgd fram í tingsetuni. Vanligt er at framsøgufólkini hjá flokkunum fyrst hava orðið, tá ið hendan viðgerðin er.
vina og Maribor úr Slovenia, um teir megna at vinna seg víðari í dystinum móti FH á Tórsvølli týskvøldið. Maribor vann fyrra dystin 2-1 á útivølli. Fyrru dystirnir verða spældir 25. og 26 juli og seinnu [...] seinnu 1. og 2. august. Les eisini: Víkingur eigur nú bestu kortini Víkingur má tó fyrst greiða setningin á Tórsvølli týskvøldið, tá FH kemur at vitjan. Fyrri dysturin endaði 1-1, so útgangsstøði hjá Víkingi [...] Víkingi er gott. Dysturin millum Víking og FH verður týskvøldið klokkan 19 á Tórsvølli.
Heðin Mortensen hevur drúgvar royndir bæði í lands- og býráðspolitikki. Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur [...] Tórshavnar býráð síðan 1973, og millum 2004 og 2016 var hann borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum er 72 ár, hann er giftur Hjørdis Egholm Mortensen og tey eiga fýra børn. Heðin
útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013. Fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 [...] 2014 sum 1. bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum, skrivar kommunan á síni heimasíðu.