Fimm línuskip eru í løtuni á landgrunninum. Tey fiska serliga tosk og hýsu og fáa eisini nakað av longu og brosmu.
- Vit rokna við, at eitt av skipunum kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni, og møguliga kemur okkurt skip eisini síðst í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá línuskipunum á landgrunninum er smáligur í løtuni.
- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini hampiligt. So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og toski, verður lagt aftrat.











