Don’t worry – Be happy

Hóast kreppa er í heimsbúskapinum, og ringar tíðir lúra um allan heimin, eiga eg og tú ikki at setast afturá, og missa móti. Nei, tað er nú vit veruliga eiga at fara til verka . Lat okkum halda høvdi kalt, hava yvirskot og hoyrast um allar geilar!

Hjá okkum vanligu borgarum minnir støðan ikki sørt um støðuna fyrst í 90 inum. Smyril Line má bjargast av Marsannu og Palleba, ringar tíðir í Klaksvík og Suðroy, har skip og flakavirkir hava givið upp ondina.

 

Men sambært Julie Lindegaard, kommunikatiónsleiðara so eiga vit at arbeiða offensivt í krepputíðum. So meðan aðrar fyritøkur trekkja seg, lata hurðina aftur og tiga, eiga vit í Føroyum at gera dalt av rúminum vit brádliga fáa. Í hesum døgum verður nógv spart, og mangan verður marknaðarføring og pr ikki raðfest serliga høgt.